Fiskaslag
Tað er einki óvanligt í tí, at bátar, sum royna undir Føroyum, fáa onkan hendinga fisk, sum teir ikki kennast við.
Men seinastu dagarnar hava teir, sum royna á Skeiva Banka, fingið fitt av einum fiskaslagi, sum teir ikki áður hava sæð.
Mortan Johannesen, sum alt sítt lív hevur fiskað, og tey seinastu árini hevur roynt við snellu, hevur ongantíð í lívinum sæð so stóra nøgd av hesum óvanliga fiskinum.
- Í einar tíggju dagar hava vit næstan ikki fingið roynt eftir upsa, tí hesin fiskurin gongur omanfyri, og hann býtur beinanvegin á, sigur Mortan Johannesen.
Hann hevur fingið fiskin á 30 til 70 favna dýpi.
Mortan Johannesen hevur koyrt nakrar fiskar í ís, tí hann vil fegin vita, hvat fiskurin kann brúkast til.
Vitjar viðhvørt
Hjalti í Jákupsstovu heldur út frá myndini, at mest sannlíkt er fiskurin bramafiskur, sum sambært bókini Fiskar undir Føroyum summi ár tykist gera innrás í føroyskan sjógv.
Bramafiskur er at fáa undir Norðurnoregi, onkuntíð í Íslandi, men annars suðuri í Atlantshavinum, Indiahavinum og í Kyrrahavinum.
Um nakar fiskimaður í Føroyum droymir um at leggja seg eftir at fiska bramafisk við útflutnings, kann hann gloyma tað, tí her á leiðum hevur fiskurin ongan vinnuligan týdning havt.