Í Nuuk búgva umleið 15.000 fólk. Á politistøðini í Nuuk eru 50 politistar, og er tað eitt sindur færri enn á politistøðini í Havn. At vera politistur í Grønlandi er heldur øðrvísi enn at arbeiða í Føroyum. Kriminaliteturin er størri og meira av fráboðanum eru um ófrið og brotsgerðir av ymsum slag.
Niðanfyri eru nøkur brot úr døgnrapportin hjá politistøðini í Nuuk fyri eitt púra vanligt samdøgur ein gerandisdag, mikudagin 26. mai 2010 frá kl. 00.00 til kl. 24.00.
------
Kl. 01.00: Ein kvinna verdur eftirlýst, tí hon ikki er sædd í fleiri dagar. Hon var farin í fjøllini at ganga, seinast hon var sædd. Seinni verður eftirlýsingin avblást, tí kvinnan var komin afturí aftur í øllum góðum.
Kl. 01.35: Ein ávirkað ung kvinna er farin umborð á eitt skip í havnini í Nuuk og hóttir við at leypa á sjógv. Hongur hálvavegna uttanborða. Sløkkiliðið varð boðsent vid báti og froskmonnum. Kvinnan leyp í havið og varð av sløkkiliðnum tikin upp aftur og koyrd á sjúkrahúsið. Fekk ikki mein av tilburðinum.
Kl. 06.16: Fráboðan um tveir illgrunasamar ungar menn, sum gingu vid 75 Coca-cola dósasodavatnum hjá sær. Menninir kundu/vildu ikki siga, hvaðani teir høvdu dósirnar. Hald lagt á sodavatninar fyri at kanna nærri, um talan var um stuldur.
Kl. 09.55: Brugsen (keypssamtøkan) fráboðar, at tey hava tikið ein 50 ára gamlan mann, sum hevur stolið tvær fløskur av reyðvíni. Politiið fór eftir manninum og koyrdi hann á politistøðina, har hann var skuldsettur fyri brot á kriminallógina. Hann fekk eina bót á staðnum.
Kl. 10.40. Fráboðan frá einum manni um, at kona hansara var chikanerað av konu grannans, sum hevði rópt ókvæmisorð og annað eftir konu fráboðarans. Politiið ger einki vid málið í fyrstu syftu. Fráboðarin verður biðin um at ringja aftur, um hetta heldur fram.
Kl. 10.55: Kvinna fráboðar stuldur av myndatóli. Sonur hennara hevði havt vitjan, og tá gesturin var farin, var myndatólið burtur. Illgruni um, at gesturin var gerningsmaðurin. Málið verdur kannað.
Kl. 11.00: Kvinna fráboðar frá sjúkrahúsinum, at hon er komin á sjúkrahúsið, tí hon hevur verið fyri harðskapi. Politiið fer til staðið og staðfestir, at maður til kvinnuna er gerningsmadurin. Maðurin verdur skuldsettur fyri harðskap.
Kl. 13.30: Fráboðan um stuldur úr einari íbúð, har ymiskir lutir eru stolnir. Málið verður kannað.
Kl. 13.30: Fráboðan um at innbrot farnu nátt er framt í einum verkstaði í býnum. Eitt vindeyga er brotið upp. Millum annað er stolið eina rúgvu av coca-cola sodavatnum. Verður sett í samband vid menninar, sum í morgun kl. 06.16 vóru tiknir við einari rúgvu av sodavatnum hjá sær.
Kl. 15.36: Kvinna fráboðar, at hon í dag hongdi eitt ísbjarnaskinn út til útluftningar uttan fyri bústaðin. Tá hon skuldi taka skinnið inn aftur, legði hon til merkis, at allar klørnar á skinninum vóru skornar av og vóru burtur. Hon hevði ongan illgruna um, hvør gerningsmaðurin kundi vera.
Kl. 16.14: Kvinna fráboðar, at fartelefon hennara er stolin. Hon hevur illgruna til ávísan gerningsmann. Málið verður kannað.
Kl. 17.14: Fráboðan um eina fulla kvinnu, sum er til ampa í býnum. Hon rópar og geylar og blakar vid tómum fløskum. Politiið fór til staðið, men tá var kvinnan friðarlig og var ávegis avstað.
Kl. 19.00: Fráboðan um at ein bilur koyrir ógvuliga skjótt í miðbýnum. Politiið fekk fatur á føraranum, og hann fekk átalu fyri ófantaliga koyring.
Kl. 19.30: Fráboðan um at onkur skjýtur við riflu á einum tanga á vestarumegin Nuuk. Politiið fór til staðið, har ein maður saman vid konu og trimum børnum hugnaðu sær við báli og matgerð. Maðurin hevdi rifluna við og hevði skotið nøkur skot eftir nøkrum ísflakum á fjørðinum. Fekk átalu fyri at skjóta við riflu so nær íbúðarøki.
Kl. 20.05: Kvinna fráboðar, at fyrrverandi maður hennara er komin inn á bústaðin hjá kvinnuni saman við vinfólki. Hon ynskir hjálp frá politinum til at fáa øll út úr húsunum, tí tey hava einki at gera har. Politiið fór á staðið og rak fólkini á dyr.
Kl. 20.37: Fráboðan um at nøkur ungfólk royna at seta eld á eina bingju nærhendis bryggjarínum í Nuuk. Politiið koyrdi runt í økinum, men sóu einki óvanligt.
Kl. 20.52: Maður fráboðar, at hann hevur hjálpt einum sera fullum manni, sum var dottin av einum beinki. Fulli maðurin kláraði seg næstan ikki sjálvur. Politiið tók mannin upp og koyrdi hann umborð á ein trolara í havnini í Nuuk, har maðurin var mynstraður.
Kl. 21.02: Fráboðan um, at ein rútur júst var brotin í einum skúla. Politiið fór til staðið, har ein drongur var hittur. Hann játtaði at við óvart at hava sparkað ein bólt í rútin.
Kl. 21.10: Ein bilur steðgaður, sum framvegis hevði píkadekk. Aftaná 1. mai er ikki loyvt at koyra vid píkadekkum í Grønlandi.
Kl. 23.20: Fráboðan um húsaófrið í einari íbúð. Politiið fór til staðið. Tað vísti seg, at fýra ávirkað konufólk vóru farin til hendurs, og tað gekk ikki stillisliga fyri seg. Ein teirra hevði fingið nakrar skeinur og fór á læknaklinikkina til viðgerðar.
Kl. 23.40: Maður fráboðar, at ein kvinna er í ferð við at bróta ein rút í íbúðini hjá fráboðaranum. Politiið fór til staðið og vísti kvinnuni burtur. Rúturin var ikki brotin.
Samanumtikið er hetta eitt vanligt samdøgur ein gerandisdag hjá politistøðini í Nuuk. Ongar álvarsligar fráboðanir, og verður samdøgrið mett at vera friðarligt.









