Ein óvanliga illa umhugsað parkering

Verður brúk fyri bjargingarfelagnum, sleppa vit ikki avstað, sigur formaðurin í Suðuroyar Norðara bjargingarfelag

Tað kemur mangan fyri, at bilførarar hugsa seg illa um, tá ið teir seta bilin frá sær. Men hendan parkeringin man kortini vera ein tann mest óumhugsaða parkeringin av øllum.

Hetta er ein bilur, sum er parkeraðu beint frammanfyri hurðini á húsinum hjá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag á havnarlagnum í Nesi í Hvalba.

Og her er bilurin settur, hóast tað stendur á hurðini, at parkering er bannað framman fyri hurðina og hóast búmerki hjá felagnum er á húsinum

– Skuldi boð verðið eftir okkum til at leita eftir fólki, ella til at bjarga fólki, sleppa vit ikki úr húsinum við bjargingarbátinum, tí bilurin stendur of blokerar fyri hurðini, sigur Claus Olsen, formaður í felagnum.

Hann heldur, at ein parkering, sum hendan, er heilt óskiljandi. Tey vita ikki, hvør eigarin er, men nú verður so roynt at finna fram til eigaran, so at bilurin kann verða fluttur sum allar skjótast.

Annars sigur hann, at verður boð eftir bjargingarfelagnum, himprast tey ikki við at sleipa bilin burtur frá hurðini, so at tey sleppa avstað við bátinum.