Ein vandamikil og ókvalifiserað avgerð um Fiskivinnuskúlan

Av tí at Mentamálastýrið hevur kolldømt ætlanina at byggja nýggjan Fiskivinnuskúla í høllini inni á Fjørð í Vestmanna, kemur Fiskivinnuskúlin í alstórar trupulleikar longu eftir summarfrítíðina.

Tær umstøðurnar, sum longu nú eru heilt út av lagi, verða uppaftur verri, tá enn fleiri næmingar til nýggja útbúgving í heyst skulu troðkast inn í yvirfyltar skúlastovur.
Hendan avgerðin hjá Mentamálastýrinum at kolldøma byggiætlanina inni á Fjørð, kann fáa lagnutungar avleiðingar fyri Fiskivinnuskúlan. Varð byggiætlanin inni sett í verk, hevði skúlin havt nøkur nýggj hølir at tikið í nýtslu longu eftir fáum mánaðum, og longu eftir einum ári kundi skúlin staðið liðugur - samstundis kundi gamli skúlabygningurin staðið klárur til harðliga tiltrongt skúlaheim. Men hetta er kolldømt. Og av tí at tað nú fer at taka fleiri ár at seta eina nýggja byggiætlan í verk, er vandi fyri at tær versnandi umstøðurnar, sum hesin misrøkti skúli skal dragast við fleiri ár aftrat, so líðandi kunnu taka grundarlagið undan honum.
Tað ringasta er, at nógv bendir á, at Mentamálastýrið hevur tikið eina ókvalifiseraða avgerð á einum ivingarsamum grundarlagið. Mentamálastýrið vísir til, at út frá kanningum av bygningi og undirlendi hevur byggiumsitingin hjá landsstýrinum mælt frá at keypa høllina til at hýsa skúlavirksemi. Men spurnartekin kann setast við hesa sonevndu "kanning": hon kann ikki sigast at vera annað enn rættiliga "yvirflatisk" bókstaviliga sæð, tí ikki ein fingur, tíansheldur ein spaki, er settur í jørðina til at kanna sjálvt undirlendið! Hóast tað júst er pástandurin um at undirlendið er svikaligt, sum tann kolldømandi avgerðin byggir á, so er sjálvt undirlendið ikki kannað! Enn minni er kannað, hvussu bygningurin rættiliga einfalt kundi verið tryggjaður móti einum møguligum trupulleika í tí eina horninum, sum ikki beinleiðis stendur á hellu. Tað er undir øllum umstøðum ósatt, tá Mentamálastýrið út frá hesi "kanningini" sigur, at høllin stendur á fyrrverandi ruskplássi. Tað fyrrverandi ruskplássið lá væl niðan-fyri, har hendan høllin stendur.
Tað rætta er, at nýggjar kanningar verða gjørdar sum skjótast av høllini og undirlendinum. Vísa tær tað, sum skilamenn í Vest-manna halda, at høllin uttan hóvasták kann brúkast til skúlavirksemi, kanska við onkrari ábót, so høvdu vit eftir stuttari tíð havt ein nýggjan Fiskivinnuskúla, ein menningardepil fyri fiskaídnaðar- og havbúnaðarvinnuna í Føroyum. Og hetta er ikki ein kostnaðarmikil ætlan.
Hitt alternativið, sum Mentamálastýrið nú ætlar sær undir, at leita eftir nýggjum grundøki og fara undir eina nýggja ætlan frá grundini av, fer at taka fleiri ár at fremja, og kostnaðurin verður minst 3 ferðir so stórur. Men so kann Tjóðveldisflokkurin sjálvsagt spæla sítt propagandasirkus við hesi ætlanini nøkur ár, við arkitektakapping og einari ceremoni fyri og aðrari eftir - heilt fram til næsta val, tá egnast skal av nýggjum.
At enda havi eg eina viðmerking til grein í Dimmu í gjár hjá Alfred Olsen úr Sambandsflokkinum um Fiskivinnuskúlan og Tjóðveldisflokkin. Har gevur hann m.a. lesarunum fatanina av, hvussu hann gekk á odda fyri at útvega eina eykajáttan uppá 3 mió. kr. til at fara undir innrættingina í høllini til nýggjan Fiskivinnuskúla. Veruleikin er tann, at undirritaði tók stig til og gjørdi uppskotið til hesa eykajáttan. Eg fór runt til allar flokkar at biðja umboð hjá teimum verða meduppskotsstillarar. Eg bað eisini Alfred Olsen, sum játtaði at verða við. Hetta eydnaðist so væl, at umboð úr øllum flokkum stóðu aftan fyri uppskotið. Og tí var tað samtykt. 7 tjóðveldismenn atkvøddu ímóti, allir aðrir tingmenn atkvøddu fyri. Soleiðis var tað.