Biskupar innan okkara egnu Fólkakirkju, bjóðaðir av Føroya hægsa kirkjuliga myndugleika, okkara egna biskupi, vigaðir og funnir ov lættir av nøkrum prestum, ið vegna klandursemi og fávitsku halda seg hava fingið einkarrætt, bæði upp á bíbliu og kirkju.
Orðaskvaldrið um, hvør ið er bíblitrúgvur, ella hvør, ið tulkar bíbliuna rætt, er á so lágum støði, at tað ikki er vert at skifta orð um.
Jesus segði: »Tann av tykkum, sum syndaleysur er, kasti fyrstur steinin á hana«. (Johs. 8,7). Mær vitandi var eingin í tí fylginum, sum helt seg vera nóg syndaleysan.
Nicolina Jensen Beder