Tað var fitt av fólki møtt, og byrjaði setanin við sermerktari skrúðgongu, har luttakararnir gingu eftir øllum vegunum, ið føra til Vaglið - teir flestu ílatnir fólkadraktir. Har vóru bornar fram røður, umframt at luttakandi londini sýndu fram hvør sín dans. Síðst á skránni var felags føroyskur dansur, har Arnjohn Hvítklett skipaði Flóvan Bænadiktsson. Dansurin gekk væl, og flest øll, ið møtt vóru, tóku lut. At enda var aftur skrúðgonga, har luttakararnir á HAVLEIKI 2022 gingu niðan í Norðurlandahúsið. Ein sera stuttlig og hugnalig løta á Vaglinum, har fólk savnaðust og gleddust um dansin.
##med2##
Eftir setanina varð dansað víðari í Norðurlandahúsinum. Skráin var løgd til rættis soleiðis, at øll luttakandi londini skipaðu fyri fólkadansi - hálvan tíma hvør. Nú var samskipari í øllum dansunum, soleiðis at øll sluppu at royna seg. Vága dansifelag endaði kvøldið við føroyskum dansi - norskum og donskum vísum, soleiðis at øll kundu vera við.
##med3##
Hetta var eitt væleydnað kvøld, har mentanir hava hitst, og vit gleða okkum til fleiri slík kvøld á stevnuni. Ikki minst til leygardagin, tá tað aftur verður upptraðkað við dansi, hesaferð í gamla kommunuskúlagarðinum, og á ellisheimum runt í Havnini, so øll - luttakarar og áskoðarar aftur kunnu frøast um dansin saman.
##med4##
##med5##