Nýggjársrøðan hjá norðurkoreanska leiðaranum, Kim Jong-un, kom púra óvart á tey flestu, tí í røðuni mælti hann til seming við grannalandið Suðurkorea.
-Royndirnar vísa okkum, at ósemja millum norður og suður og millum okkara felags landsmenn førir bara til kríggj, segði Kim Jong-un.
Tekniskt eru tey bæði grannalondini framvegis í kríggi, tí tey hava ongantíð skrivað undir nakra friðaravtalu síðani kríggið í 50-árunum.
Tað er annars ikki vanligt, at norðurkoreanskir leiðarar halda nýggjársrøðu. Seinast var fyri 19 árum síðani.