TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við liðskiparan hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, Trónd Kragesteen aftaná tepra og harmiliga 19-20 tapið ímóti Kýpros í tí fyrra EM-undankappingardystinum føroyska landsliðið spælir á heimavølli hetta vikuskiftið. Føroyar vóru á odda 9-8 í steðginum.
Tróndur Kragesteen ásannar, at tað er frustrerandi at verða á vøllinum, tá tað gongur so illa í hond, sum tað gjørdi á vøllinum í dag.
Tróndur Kragesteen, at talan er um eitt ógvuliga keðiligt tap, har teir høvdu ein vánaligan dag á vøllinum ímóti einum liði teir avgjørt høvdu møguleikan at vinna á.