Hin vónríki heimføðingurin sigst búgva í Tórshavnar kommunu, og hin vónríki heimsborgarin í Klaksvíkar kommunu. Søgan sigur onki um hvar teir eru føddir.
Velur tú meg, vil eg saman við tær, og royndum og vitugum viðleikarum, arbeiða fyri korum og kørmum, sum heimføðingurin og heimsborgarin kenna seg aftur í. Tað vil - alt annað líka - gera tað lætt hjá teimum at velja at búgva her í kommununi.
Á hesum grundarlagi kunnu vit saman skapa heimsins bestu heim í heimsins besta heimstaði í heimsins besta heimlandi. Tí er tað nakað, sum er sikkurt og vist, er tað tað at vit kunnu hvørgum vera fyri uttan.
Klaksvíkar kommuna er ment á eini skipan, hvørs íborna ætlan er at hon, javnbjóðis skal tæna øllum borgarum, fremja javnbjóðis karmar fyri frítíðarlívinum og fremja javnbjóðis karmar fyri vinnilívinum.
Soleiðis er tað eyðsæð at hóast vinnilívið og skattaintøkur, sum heild, eru tað berandi í kommuni, er tað ikki undir vinnuligum treytum Klaksvíkar kommunu skal rekast.
Klaksvíkar kommuna hevur megnað at ment seg til eina framkomna kommunu á fleiri økjum.
Eitt er stoltleiki okkara yvir at hava fremstu viðleikarar í fiksivinnuni og øðrum vinnum millum okkum. Eitt er stoltleiki okkara yvir tey, sum 365 dagar á árinum eru við til at leggja lunnar undir trivnað bæði í frítíðini og arbeiðstíðini hjá børnum, ungum, vaksnum og teimum eldru.
Hetta hevði sjálvandi ikki borið framá uttan búgvið og útbúgvið starvsfólk á barnagarðs-, skúla- og eldraøkinum, í frítíðar- og mentanarlívinum og í arbeiðslívinum á degi sum á nátt.
Eyðsæð er, at hugburðurin og tey grundleggjandi virði, sum stovnar, fyritøkur og frítíðarfeløg mynda og eru ímyndin av, eru í stóran mun við til at fremja eina felagskenslu og eitt felagstilvit um hvørji vit eru, annaðhvørt vit eru fødd, uppvaksin her ella eru flutt higar, eru tilflytarar.
Klaksvíkar kommuna er vegna allar sínar borgarar hin størsti felagsnevnarin - ein eind. Standa vit saman um eindina, kunnu vit í felag skapa karmar hjá øllum at liva og virka í og hjá frítíðar- og vinnulívinum at liva og virka í.
Við hesum í huga fari eg, saman við tær - verði eg valdur - at arbeiða fyri at Klaksvíkar kommuna, við støði í okkara felagssøgu og felgsavbjóðingum, fremur tær skipanarligu tillagingar, sum virka til at hvør borgari, familja, felagsskapur, stovnur og fyritøka, hevur góðar karmar at liva og virka í.
Sum tænastuveitari, vertur og felagsandlit okkara út í heim, skal Klaksvíkar kommuna ganga á odda, tá talan er um at skapa karmar fyri einum fjølbroyttum frítíðar- og mentanarlívi og einum fjølbroyttum arbeiðsmarknaði. Bert soleiðis kunnu vit saman við tær, skapa karmar hjá øllum borgarum at búnast og vaksa í.
Velur tú meg, vil E saman við tær, við royndum og vitugum viðleikarum, virka fyri einum vónríkum heimstaði, har dreymar føðast og støðast.
Jógvan Andrias Joensen
Vónborin viðleikari og valevni fyri Norðoya Tjóðveldisfelag