Ein vónleys manning í brævi til føroyingar

- Myndugleikarnir í Las Palmas sýta fyri at lata okkum bingjur til rusk. Vit noyðast tískil at hava alt ruskið umborð. Hetta merkir, at Topaz við tíðini gerst eitt ruskpláss, sigur manningin á føroyska verksmiðjutrolaranum í brævi til føroyingar

Topaz

 

Manningin, sum er eftir umborð á føroyska verksmiðjutrolaranum Topaz, sum liggur í Las Palmas á Grand Kanaria, hevur sent bræv til manningarfeløg í Føroyum, føroyskar myndugleikar, fjølmiðlar og ITF umboð í London.

Brævið er dagfest 2. september í ár.

- Nøkur av tykkum hava hoyrt um teir trupulleikar, sum vit hava fingið. Fyri einum mánaða síðan bóðu vit um tykkara hjálp til at loysa okkara trupulleikar. Men tíverri eru vit enn í somu støðu. Okkara sáttmáli er úti, og vit eru framhaldandi umborð. Vit hava onga løn fingið í 6-7 mánaðir. Hvør vika byrjar við orðum frá okkara reiðara, Bjarta Mohr, um, at vit skulu vera róligir, tí hýran kemur skjótt.

 

Aðrir trupulleikar

Manningin sigur í brævinum, at reiðarin eisini skyldar skipaumboðsmanninum og havnamyndugleikunum í Las Palmas pening.

- Hetta er eisini vorðið ein trupulleiki hjá okkum, tí myndugleikarnir sýta fyri at lata okkum bingjur til rusk. Vit noyðast tískil at hava alt ruskið umborð. Hetta merkir, at skipið við tíðini gerst eitt ruskpláss.

Teir siga, at eingin heldur vil veita teimum olju, hóast oljan er við at ganga undan.

- Hvat verður tað næsta, vatn ella matur? spyrja teir.

Manningin heldur, at reiðarin vil hava teir at fara av skipinum, áðrenn hýran er goldin.

- Vit skilja, at um onkur okkara ynskir at fara heimaftur, vil reiðarin syrgja fyri, at ferðaseðilin verður goldin, men eingin hýra.

Sum skilst á brævinum, sum manningin hevur sent heim til Føroya, hava teir ringar vónir um eina loysn.

 

Alt sápubløðrur

- Vit duga ikki at síggja, at nakað hendir. Vit hava framhaldandi ongan pening fingið og síggja onga framtíð fyri okkum og familjur okkara. Lyftini, sum vit hava fingið, eru sum sápubløðrur.

Manningin umborð á Topaz, sum í løtuni telir 42, heitir tí á manningarfeløg, myndugleikar og ITF um at hjálpa sær í trætuni við reiðaran um hýruna.