Ein vælsignaður lætti –

Poul Michelsen, løgtingsmaður

At avvikla blokkin er størsti og mest týðandi boðskapur, Jóannes Eidesgaard, løgmaður hevur sent føroya fólki í hesum valskeiðnum.
Kann búskaparliga álitið um visjón 2015 enda við hesum setningi, er ein spennandi og mennandi politisk tíð í væntu.
Ein glotti í evsta tíma, sum vónandi kann leggja lunnar undir eina nýggja búskaparmenning.
Á aðalfundi í Havnar Frambursfelag seinasta mánadag var júst hetta málið uppi og vendi, og við nøkulunda sama setningi. Undirtøka var fyri at avvikla blokkin bæði millum politikararnar og fundarfólkið.
Tað er langt síðan, at eg varð so fegin um ein politiskan boðskap frá nøkrum politikkara, sum tá eg læs viðtaluna, sum Sveinur Tróndarsson, blaðmaður á Dimmu hevði við løgmann, har hesin í greiðum orðum boðaði frá, at danski blokkurin eigur at avviklast næstu komandi árini.
Greinin sannførdi meg um, at boðskapur løgmanns er greiður yvir, at føroyski búskapurin ikki gerst sjálvberandi so leingi óproduktivi danski blokkurin spillur fíggjarrenslið.
Studningsbúskapur er ongastaðni loysnin. Hann fremur onki uttan máttloysi, líkasælu og skeivar búskaparliga avgerðir. Tí er hetta ein góður og mennandi boðskapur at senda almennum og privatum virksemi bæði heima á klettunum og uttanlands.
Ein boðskapur við stórum signalvirði.
Gaman í, løgmaður leggur aftrat, at avviklingurin av blokkinum skal fremjast í mun til búskaparvøksturin. Hesum eri eg tó ikki samdur í - tí nær er búskapurin í slíkum vøkstri, at viljin er til at avvikla? Fyri mær er tað púra greitt. Ein avviklingur av blokkinum má fara fram eftir einum føstum og greiðum. Sitandi samgonga átti at havt skorið blokkin við 50 mill í ár og 50 mill næsta ár. Hetta heðvi minkað um trýstið á ov heitan búskap. Men hetta verður ikki gjørt, tí ov nógvir politikarar halda heilt einfalt, at blokkurin er bjarganin og hevur positivt árin á búskapin. - Tað hevur hann ikki! - Hvørki í upp - ella niðurgangstíðum.
Á fundi í Havnar Frambursfelag í seinastu viku tók eg blokkstuðulin upp og skeyt upp, at vit avvikla blokkin við minst 50 mill um árið tey komandi árini til hann er burtur. Undirtøka var fyri at skerja blokkin, og ivist eg onga løtu í, at løgmaður kann rokna við fullum stuðli frá Fólkaflokkinum í at serkja blokkin burtur í næstum.
Um blokkurin verður skorin við at yvirtaka málsøkið ella við avtalaðum niðurskurðum av sjálvum blokkinum, er fyri mær ein og sama sak.
Visjón 2015 fær við boðskapi løgmans heilt nýtt og veruligt innihald. Visjónin hevur heilt einfalt mangla sjálvræði og ábyrgd av hesum landi. Við fráboðan løgmanns er nógv av hesum komið upp á rætt. Ein vælsignaður lætti.