Fyrr í dag var venjarakappingin - VFF Cup - í Gundadali í Havn.
Endaliga støðan gjørdist, at KÍ vann kappingina við níggju stigum. B36 og Víkingur fingu átta stig hvør. Skála fekk sjey stig. NSÍ fekk fýra stig, og aftast var AB við tveimum stigum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Frankie Jensen frá fótbóltsvenjarafelagnum taka samanum kappingina.
Hóast Frankie Jensen harmast, at Suðringar, HB, EB/Streymur og 07 Vestur ikki vóru við, so fegnast hann um eina væl avgreidda kapping, sum var spæld í góðum veðri.
Ein kapping við seks liðum á trimum vøllum gav tann fyrimun, at øll liðini spældu ímóti hvørjum øðrum, og tey vóru í dysti alla tíðina uttan nakran steðg, og tí gekk væl at avgreiða kappingina, har tað var spenningur til seinasta bríksl um endastøðurnar.
Frankie Jensen heldur, at KÍ, B36 og Víkingur við sterkastu uppstilling eru væl fyri, men Skála, AB og eisini NSÍ hava nøkur ting at arbeiða við enn.
HER ber til at síggja øll úrslitini og allar málskjúttarnar í venjarakappingini.