Ein væl gjøgnumhugsað ætlan

-Hetta er ein væl gjøgnumhugsað ætlan í allar mátar. Hon er ikki tilvildarlig, og hetta er eingin útferð sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, nú ein sendinevnd við ikki færri enn 30 vinnulívsfólkum er farin til India.

Indiaferð
Jan Müller
jan@sosialurin.fo


Føroyska sendinevndin, ið telur meira enn 30 fólk umboðandi nógvar ymsar tættir av vinnulívinum, fór við Atlantsflogi til Danmarkar friggjadagin og víðari til India leygardmorgunin. Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum stendur á odda fyri ferðalagnum, sigur, at fólkini, sum eru við, eru øgiliga motiverað fyri at fáa nakað burtur úr. Og fólkini umboða eisini eina stóra breidd í føroyskum vinnulívi frá fíggingarfyritøkum til KT fyritøkur av ymsum slag.

-Hetta er ikki nøkur politisk ferð men ein vinnulig vitjan, har tað verður miðjað ímóti at skapa vinnuni nýggjar møguleikar. Tað er so heldur ikki eitt ókent hugtak aðrastaðni, at tú hevur politikarar og leiðandi persónar við til at lata hurðar upp leggur løgmaður aftrat.

Hetta er fyrstu ferð, at Jóannes Eidesgaard stendur á odda fyri slíkari sendinevnd. Hann heldur tað eisini vera eina styrki hjá vinnuni at fara saman á slíka ferð heldur enn at fara hvør í sínum lag. Tað er vónandi eisini ein fyrimunur fyri vinnuumboðini at standa saman. Løgmaður ivast ikki í, at vit helst fara at síggja fleiri tiltøk av hesum slag í framtíðini eisini.