Leygardagin verður fyrsti dystur hjá AB í bestu deildini eftir uppflytingina síðsta heyst. Tá verður grannauppgerð í Vika, har HB verður gestur.
AB hevur brynjað seg við nógvum útlendskum spælarum. Í gjár varð nýggjur málverji kunngjørdur, og aftur í dag boðar AB frá, at ein útlendskur spælari er lagstur aftrat teimum, sum Sámal Erik Hentze venur og brynjar til málið, sum er at varðveita plássið í bestu deildini.
AB skrivar soleiðis í dag:
SÍÐSTI ÚTLENDINGURIN HEVUR SKRIVAÐ UNDIR
Nógv er blivið sagt og skrivað um leikarainnrásina á Argjum hendan veturin. Í dag verður eitt punktum sett á hesum sinni, tí nú hevur AB skrivað sáttmála við síðsta leikaran, sum eisini er av útlendskum uppruna, í hesum flytingarvindeyganum.
Hópurin hevur manglað ein láman leikara, og hann hava vit nú fingið í 21 ára gamla Fahad Mohamed, sum er ættaður úr Finnlandi og hevur somaliskan uppruna. Fahad væntast at spæla á vinstra bakki, men hevur eisini royndir við at spæla á miðuni.
Fram til ársskiftið umboðaði Fahad Mohamed finska felagið, Atlantis FC, ið spælir í triðbestu deildini í Finnlandi.
Vit ynskja Fahad Mohamed vælkomnan til AB og kunnu nú staðfesta, at hópurin hjá AB er endaliga klárur til kappingarárið 2022, ið byrjar leygardagin klokkan 15 ímóti HB á Argjum!