Ein uppiborin sigur

Føroyska u19-landsliðið hjá kvinnum hevur júst vunnið 3-1 á Lettlandi í kapping í Litava.

Føroyska u19-landsliðið hjá gentum vann fyri løtu síðani 3-1 móti Lettlandi í Kaunas í Litava. Tær luttaka í hesum døgum í eini UEFA-menningarkapping.

 

John Petersen er venjari hjá U19-liðnum og sigur, at talan var um ein væl uppibornan sigur.

- Vit komu ikki serliga væl frá byrjan og høvdu torført við at fáa spæl okkara at hanga saman. Tað straffaði seg eisini, tá Lettland skoraði eftir umleið 15 minuttir upp á beinleiðis fríspark.

 

John Petersen greiðir frá, at tíbetur ressaðust føroysku genturnar við eftir málið og komu betri við í spælið.

- Um miðjan hálvleik fingu vit skil á spæli hjá okkum og settu okkum meiri á dystin. Beint áðrenn hálvleik megnaðu vit so at skora tvey mál. Milja Simonsen skoraði fyrra málið í 44. minutti, eftir innlegg frá Káru Djurhuus, mðan Jónva Hentze skoraði annað málið í 46. minutti upp á eitt langskot, sigur hann.

 

- Í øðrum hálvleiki vóru vit greitt við yvirlutan eisini. Vit høvdu fleiri góðar kjansir og tá umleið eitt korter var eftir, skoraði Hjørdis Rasmusdóttir til 3-1, sigur venjarin hjá føroyska U19-liðnum.

 

- Hetta var heilt víst ein uppiborin sigur. Tað sá ikki gott út fyrstu 20 minuttirnar, men eftir tað vóru vit greitt við yvirlutan. Føroyska liðið hevði eini tveir 100 prosent kjansir aftur at, meðan Lettland í veruleikanum einki hevði at bjóða, sigur John Petersen.

 

Føroysku genturnar skulu spæla aftur í morgin móti Litava og leygardagin móti Ukraina.

- Litava eru væntandi eitt vet sterkari enn Lettland, meðan Ukraina allarhelst eru sterkasta liðið í kappingini, sigur John Petersen at enda.

 

Kappingin er ein sonevnd menningarkapping hjá UEFA. 17 leikarar eru við í hópinum, og sambært reglunum skulu allar genturnar spæla minst 90 minuttir í kappingini.