“Ein undurkelda” í Norðoya Sparikassa

Fríggjadagin 1. desember var móttøka í Norðoya Sparikassa í Saltangará í sambandi við at Eyðun Jacobsen á Glyvrum gevur út fløguna “ein undurkelda”



Norðoya Sparikassa skipaði fríggjadagin 1. desember fyri móttøku og hugnaløtu á deildini í Saltangará í sambandi við at Eyðun Jacobsen á Glyvrum gevur út fløguna “ein undurkelda”
 
“Ein undurkelda”, við íalt tólv løgum, er fyrsta fløgan, sum Eyðun Jacobsen hevur givið út.
 
Fløgan er føroysk. Umframt svenska trummuspælaran Klas Anderhell, eru bert føroyskir tónleikarar, kórsangarar og tøkningar við.
 
Tað er kortini ikki bert Eyðun, sum syngur á fløguni. Sjálvur syngur hann níggju av sangunum, meðan tríggjar døtur hansara syngja hvør sín sang.
 
Á fløguni eru fyri tað mesta gamlir og kendir sangir, sum nógv eru sungnir í samkomunum kring landið. Hetta eru eisini sangir, sum eg eri uppvaksin við og havi sungið gjøgnum øll barnaárini, sigur Eyðun Jacobsen.