Tað var eitt sindur undarligt, at ganga runt á festivalinum fríggjakvøldið, tá tað gjørdist greitt, at Veronica Maggio ikki fór at framføra sum ætlað. Fólk yptu øksl, og tað var tað. So hugnaði fjøldin sær víðari.
Tá tað so gjørdist greitt, at hvørki Tim Christensen ella John Grant heldur ikki fóru at koma, so var tað onkur, sum hevði hug at ilskast, men heldur ikki meiri enn tað. Fólk eru yvirberandi, næstan ov yvirberandi.
Sum Jón Tyril vísir á aðrastaðni á hesum síðum, so var tað fá, ið rýmdu heim, tá tað gjørdist greitt, at einki av høvuðsnøvnunum kom, samstundis sum veðrið var so ófantaligt, sum tað ikki hevur verið í fleiri mánaðir.
Vit endurtaka tað líka. John Grant, Tim Christensen og Veronica Maggio komu ongantíð. Hvat fekk fólkið í staðin? Teitur, ein gittari og eitt klaver. Tað er ikki nummar eitt. Tað er heldur ikki nummar tvey ella trý. Tað er snøgt sagt ikki nóg gott. Okay, so fekk fólkið eisini Amsterdam Klezmer Band heilar tvær ferðir. Stuttligt, at teir tíma at spæla fleiri ferðir, og faktiskt eisini levera tvær frálíkar framførslur, men tað er eisini eitt sindur undarligt raðfest av G! Ikki tí, sum tit eisini kunnu lesa aðrastaðni í hesum innlegginum um festivalin, so spældi Teitur sera væl.
Somuleiðis vóru tað eisini rættiliga undarligar raðfestingar í skránni annars. Tá tað gjørdist greitt, at Veronica Maggio í fyrstu atløgu var útsett og absolutt einki í veðurforsøgnunum bendi á, at hon, Grant og Christensen fóru at lenda, so skuldu fólkini handan festivalin handlað skjótari.
Til dømis er tað serstakliga undarligt, at Høgni aftur í ár var tveittur upp á lítla pallin á spæliplássinum. Hann kundi saktans fylt stóra pallinum á sandinum og drigið eina rúgvu av fólkum oman har. Ikki minst, tá Veronica Maggio ikki kom sum ætlað.
Harnæst er tað sera undarligt at koyra Kaj Klein oman á sandin á spæla. Maðurin er ótrúliga dugnaligur og hevur ótrúliga dugnalig fólk aftrat sær, men her áttu fyriskipararnir at farið á gøtuna og spurt tíggju fólk, um tey kendu tónleikin hjá Kaj Klein. Tað havi eg gjørt, og tvey av tíggju hava hoyrt um mannin. Sum um hetta ikki er nóg mikið, so hevði Knút Háberg Eysturstein útgávukonsert samstundis á spæliplássinum. Úrslitið var, at Høgni spældi fyri proppfullum spæliplássi og Kaj fyri skralltómum sandi.
Við at vera eitt lítið sindur framsíggin, so høvdu fyriskipararnir lagt hesar konsertir eftir hvørja aðra og ikki samstundis, tá tað tá var greitt, at høvuðsnavnið fríggjakvøldið ikki fór at koma, og at tað tískil varð glopp í skránni.
Men tá alt hetta er sagt, so eigur festivalurin rós uppiborið fyri at hava skapt serliga G! andan. Tað er hendan andan, festivalurin livir upp eitt ár sum í ár, har veðrið er vánaligt og einki høvuðsnavn kom.










