Valósigurin hjá republikanarunum kostaði Donald Rumsfeld starvið sum verjumálaráðharri. Tað var fyrst og fremst Irak-kríggið, sum kostaði republikanska flokkinum meirilutan í Kongressini, og Rumsfeld hevur verið ímyndin av amerikonsku krígsførsluni har. Tí kostaði tað honum sessin.
Sum verjumálaráðharri hevur tann 74 ára gamli Rumdfeld verið ein umstríddur maður. Tey, sum halda av honum, siga, at hann er ein rættur amerikanari, og at hann hevur styrkt amerikanska hervaldið. Hansara mótstøðufólk siga harafturímóti, at hann er ein eirindaleysur krígsharri, sum ikki skilti tann blóðuga uppreisturin í Irak. Og so oyðilegði hann tað góða umdømið, sum USA hevði, tá hann gav herinum loyvi til at pína fangar.
Sum ráðharri hevði Rumsfeld ábyrgdina av innrásunum í Afghanistan í 2001 og í Irak í 2003. Tað var hann, sum skipaði fangaleguna í Guantanamo, og sum ráðharri var hann fyri hvøssum atfinningum, tá myndirnar frá fangapíningini í Abu Ghraib komu fram.
Fyrr í ár kravdu nakrir fyrrverandi generalar, at Rumsfeld bleiv koyrdur frá. Teir vildu vera við, at framferðin hjá herinum í Irak var skeiv, og at verjumálaráðharrin vildi ikki lurta eftir sínum generalum og ráðgevum. Eitt nú høvdu generalarnir mælt honum til at senda fleiri hermenn til Irak, men Rumsfeld helt uppá, at tað var ikki neyðugt, tí USA skuldi brúka hátøknilig vápn heldur enn hermenn.
Donald Rumsfeld hevur verið verjumálaráðharri tvey tíðarskeið. Sum 43 ára gamal bleiv hann tann yngsti verjumálaráðharrin nakrantíð í stjórnini hjá Gerald Ford, forseta í 1975 og nú aftur í Bush-stjórnini.
Hann líður onga neyð, nú hann er farin frá. Sambært amerikonskum fjølmiðlum forvann hann fleiri milliónir dollarar í stjóra- og nevndarsessum ímillum tey bæði tíðarskeiðini í Pentagon.