Heimasíðan, sandportal.fo, skrivar, at umframt tann eina umsøkjaran, sum varð mettur skikkaður, vóru eisini nakrar umsóknar frá yngri læknum, sum ikki høvdu sergrein í almennum medisini, og sum tí ikki sluppu upp á part. Leysu kommunulæknastørvini vóru í Vestmanna, Eiði, Skála, Runavík, Fuglafirði og í Norðoya sýslu.
Heimasíðan skrivar, at sambært Heilsutrygd hevur skikkaði umsøkjarin víst áhuga fyri starvinum á Sandi, og at tey nú eru farin undir setanartilgongdian. Gongst eftir ætlan, kann nýggjur kommunulækni byrja í starvinum 1. januar.