Embætið sum sóknarprestur í Norðoya eystara prestagjaldi varð lýst leyst, nú sóknarpresturin Maria Jørðdal Niclasen flutti úr Ónagerði til Kirkjuteig í Kvívík.
Umsóknarfreistin var úti í dag, hósdagin 9. apríl 2015. Ein umsøkjari er til embætið, skrivar folkakirkjan.fo.
Kirkjuráðini, ið umvegis biskupin innstilla, fara rættiliga skjótt at taka støðu til umsóknina. Tað er landsstýrismaðurin, ið setur ein komandi sóknarprest í embætið sum tænastumaður.










