– Hatta var ein typiskur botndystur, sum vit vunnu í dag. Og tað eru dystir av hesum slagnum, ið eru týdningarmiklir hjá okkum at vinna, um vit ætla at vera verandi í deildini. Við sigrinum hava vit nú fingið samband við hini liðið, og eru ikki avbyrgdir í botninum, sigur Súni Fríði Barbá, leikandi hjálparvenjari hjá AB.
– Vit fóru inn fyri at halda málið reint, og so royna okkum við kontra. Tað vóru ikki teir stóru kjansirnir, men vit vóru effektivir. Tað vóru vit eisini móti GÍ, har vit fáa mál upp á møguleikarnar, vit fáa, sigur Súni Fríði Barbá, sum nú hevur vunnið sín fyrsta sigur í bestu deildini saman við AB.