Hetlandsferð (1)
Eg havi mangan hugsað um og líka sum beundrað - teir, sum í samband við 100 ára dagin hjá sluppini, Ester, sigldu niður til Grimsby við smáu sluppungunum og glastrevjabátunum.
Hetta er langur teinur, og eg minnist, at líkindini á hesi ferðini ikki vóru tey bestu.
Umborð á táverandi vaktarskipinum, Ólavi Halga, sum var í fylgi við bátunum niðureftir, eygleiddu vit hesi smáu før. Onkuntíð var so tvassut, at vit gingu ikki turrføttir av brúnni á hesum gamla trolara og framundir bakkan, hóast hetta var í bestu ársins tíð. Á Hetlands-leiðini lógu smáu bátarnir og veltu sær, og stundum sást tú heilt aftur undir botnin á teimum.
Hevði ikki hugsað mær tá at verið umborð á einum av hesum smáu bátum í so langa tíð.
Ferðin úr Føroyum og niður til Grimsby tók fleiri samdøgur, og menn vóru avbardir, tá ið teir náddu upp land. Matgerðin umborð mundi vera so sum so, tá ið líkindini vóru ringast. Tá ið vit vóru komnir um Sumburgh Head, sum er suðurendin á Hetlandi, valdi onkur einstakur bátur ikki at halda leiðina fram, men leggja norðuryvir og inn á Lerwick.
Veðrið blíðkaði, og vit høvdu gott veður, tá ið vit nærkaðust Grimsby. Nakrar av bátsmanningunum løgdu at borði á Ólavi Halga, soleiðis at menn kundu fáa eitt harðliga tiltrongt brúsubað, áðrenn stevnt varð inn í havnina í Grimsby.
Sluppirnar, Jóhanna og Westward Ho, vóru saman við Ester við á hesi ferðini, og ein av teimum, sum gekk deksvakt og hevði róðurtørn, sum allir aðrir umborð á Jóhonnu, var Eivind Vilhelm, varabispur. Ove Mikkelsen var skipari á Jóhonnu, og hann læt væl at skipsfelaga sínum.
Hetlandsferð
Vit flyta nú tíðina upp til summarið 2005. Tað er mikudagur, 5. juli, og vit eru umborð á glastrevjabátinum, Ethel hjá Erhardi Mortensen.
Eigarin er ikki við, tí hann fer til Noregs at ferðast saman við unnustu síni, Kirstin. Umborð á bátinum er Bergur Johansen, 13 ára gamli sonur hansara, Magni, og undirritaði.
Vit eru á ferð til Hetlands. Løgdu úr Vágsbotni um 17.30-tíðina týsdagin, 5. juli í fylgi við fimm øðrum bátum við Anfinni Norðfoss umborð í glastrevjabátinum, Gerd, sum oddamanni.
Gerd er snøggur glastrevjabátur, bygdur í Bø. Aðrir bátar í fylginum eru eitt nú ein AWI 27 bátur, Styrja og seglbáturin, Pegasus. Feðgarnir, Jógvan og Kjartan Mørkøre, prestur, eru saman við einum triðja bátsfelaga eisini við í fylginum. Umborð á sætta bátinum, Áarløki, sum er ein minni glastrevjabátur, eru tveir menn og 13 ára gamla dóttirin hjá øðrum teirra.
Nú teldan er komin á borðið, hava vit siglt í einar 18 tímar, og vit vænta at verða undir landi um einar 6-7 tímar.
Náttin hevur verið tvassut. Hann var høgur í ættini, og vit høvdu hann aftan tvørs. Seinni gekk hann meira vesturá, og stundum var neyðugt at leggja hekkuna uppí vindin og sigla undan, tá ið aldurnar høvdu hug at bróta. Ferðin lá um sjey míl, og undan aldunum var hon viðhvørt millum 11 og 12 míl.
Tað gekk væl at sigla, og hóast vindurin mundi liggja millum 13 og 15 metrar um sekundið, tá ið hann var mestur, var einki órógv á manningini umborð á Ethel. Lagið var gott; menn svóvu á "frívaktini" og vóru positivir.
Her gongur fínt, var hugburðurin og tað gjørdi munin.
Náttin var illfýsin, men stutt og ikki so ógvuliga myrk, hóast luftin tóktist eitt sindur illveðurskend.
Tað gekk væl at fylgja við hinum bátunum, men í náttarmyrkrinum og undangonguni var neyðugt at halda eina ávísa fjarstøðu millum bátarnar, ið stungu seg ymiskar vegir undan aldunum. Viðhvørt kámaðust smáu ljósini frá hinum bátunum, so tú visti ikki rættiliga, hvør stavnamaðurin var. Men so sigldi tú bátarnar uppaftur.
Einir 2-3 skvampar skutu seg gjøgnum náttina upp ímillum presendingina og stýriborðssíðu og endaðu inni á borðinum, har ein hálvetin bógvur og nakrar breyðflisar lógu. Kanska var bógvurin eitt sindur saltari morgunin eftir, enn hann hevði verið um kvøldið - men breyð og viðskera høvdu vit ríkiligt av á ferðini.
Vit høvdu onga neyð.
Fínasta veður
Sum náttin leið, morgunin byrjaði at lýsa, og vit vóru komnir væl og virðiliga suður av Sandoyarbankanum, gjørdist veðrið eisini blíðari, og út á fyrrapartin mikudagin høvdu vit fínasta veður og sól.
Teir, sum eru royndir á sjónum, hildu, at soleiðis, sum veðrið hevði verið um náttina, hevði ikki verið siglt, um sami vindur hevði ligið inn á gronina. Tá høvdu vit ligið við bátinum upp í ættina, men framdriftin hevði verið lítil, og tað hevði verið nógv "tramp".
Í besta summarveðri komu vit seint seinnapartin mikudagin undir land og løgdu leiðina gjøgnum Yell-sundið, sum er millum oynna, Yell og oynna, Mainland.
Innsiglingin er vøkur. Í stýriborðssíðu stinga nakrir hólmar ella stakkar seg leysir úr landi, og í bakborðssíðu sæst lága lendið á oynni norðanfyri. Í sundinum eru fleiri smáar oyggjar og hólmar, sum eru vælvallaðir og vakrir á at líta og nógvastaðni er útgrunt.
Tað tekur nakrar tímar at sigla ígjøgnum sundið og eystur á oynna, Whalsay, sum liggur góðan tíma norðanfyri Lerwick. Siglitíðin gjøgnum Yell-sundið avhongur av streymviðurskiftunum. Tað kann reka rættiliga hart, og eingin ivi er um, at tað eisini kann gerast tvassut, um tað rekur upp í ættina. Sjálvt hetta vakra kvøldið í stilli vóru streymkantar og smáar íður uppi í støðum.
Anfinn Norðfoss í bátinum Gerd leiddi okkum trygt gjøgnum Yell-sundið og eystur á oynna, Whalsay, har vit vóru um 23-tíðina mikukvøldið. Tá vóru 29 tímar umlidnir, síðan vit settu kós úr Borðuni um nátturðatíð kvøldið fyri.
Á Whalsay, har stívliga 1000 fólk búgva, lógu vit í tvær nætur, áðrenn kósin varð sett móti Lerwick um middagsleitið hósdagin.
Á oynni hittu vit av tilvild eina havnarkonu, sum hevur búð í Hetlandi í fimti ár. Hon giftist bretskum hermanni, og maður hennara doyði fyri umleið 20 árum síðan.
Vit hildu fyri, tá ið vit møttu henni í túninum, at Hetland er eitt vakurt land.
- Jú, her er vakurt, men Føroyar eru vakrast, segði blíða havnarkonan, Mia, sum vit fara at venda aftur til í eini aðrari grein úr Hetlandi.









