"Tú trýrt ikki tínum eygum! Mest fjákuta staðið býnum!" Soleiðis siga tey úr serliga listasavninum á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn, sum eitur "Believe It or Not!"
Hetta savnið er ein samling av forvitnisligum og sjáldsamum lutum og standmyndum, sum Ripley's hevur savnað saman gjøgnum seinastu nógvu árini. Eitt nú eru spegl, sum fáa teg at síggja lægri ella hægri út, og so er ein heldur óhugnalig brúgv í einum serligum myrkum tunli, ið tykist flyta seg.
Umframt hetta eru nógvar illusiónir av ymsum slag, interaktivar upplivingar, og so er eitt rúm, sum fær tað á myndum at síggja út sum, tú stendur á vegginum.
##med2##
Undirritaði var ein túr her fyrr í vikuni, og her eru nakrar myndir.
##med3##
##med4##
##med5##
Til síðst er eisini eitt heilt savn fyri seg við danska rithøvundanum H.C. Andersen. Ævintýr koma til lívs, og eisini ber til at síggja vox-figurar av sjálvum H.C. Andersen.
##med8##
##med7##
##med6##