Ein tunnil ger ikki alt

SAMBAND Hitin skal ikki langt niður ímóti frostmarkinum, fyrrenn boðað verður frá hálku ella kava um Gjáarskarð. Hetta vita gjáarfólk, og hava tí í mong ár ynskt sær betri og tryggari vegasamband. - Vit hava framvegis ein tunnil sum okkara størsta ynski. Og vit vóna, at hetta ynskið verður framt skjótt, sigur gjáarmaðurin, Sofus Johannesen. Hann býr við Gjógv og arbeiðir í Havn

Gjógv: - Tað er altavgerandi í framtíðar samfelagnum, at man altíð kann koma til og frá, eisini um veturin, vísir Sofus á.

Tey, ið eru uppvaksin við Gjógv, eru von við hetta vegastrekkið frá og til bygdina. Men tað eru kortini mong onnur, sum hava ilt við at venja seg við umstøðurnar at koyra um fjøll og skarð á vetrartíð.

- Tí er tað altavgerandi at betra um hesar umstøður. Tað gera vit best og bert við einum tunli, slær hann rimmarfast.

Men so leggur Sofus sjálvrannsakandi aftrat:

- Vit skulu heldur ikki vera so bláoygd at halda, at við einum tunli er alt bjargað. Tað er tað ikki. Tað krevst annað og meira til tað!


Stór bygd

Hyggur mann eftir gongdini við fólkatalinum við Gjógv, so var bygdin ein miðal stór bygd fyrr í tíðini.

Tá vóru tíðirnar øðrvísi: Fólk livdu av tí, sum jørðin og havið góvu, og í so máta lá bygdin væl fyri. Væl av jørð hoyrir til bygdina, og bygdin liggur nær við Norðhavið við sínum fiskiríkidømi.

Men tíðirnar eru broyttar. Undir krígnum var fólkatalið við Gjógv uppi á tí hægsta, 284 fólk. Men eftir kríggið byrjaðu fólk at flyta frá teimum smáu bygdunum móti størri plássum, og bygdin minkaði støðugt í 50’, 60’ og 70’unum. Nú búgva bert 40 fólk við Gjógv.

Hvussu framtíðin fer at laga seg fyri eina slíka bygd sum Gjógv, kann mann bara gita um.

- Eg rokni tó ikki við, at tað eru nøkur, ið velja at búseta seg á einum slíkum plássi. Eitt týdningarmikið tak í so máta er at fáa betri nøktandi vegasamband til bygdina, vísir gjáarmaðurin á.

Skal hetta gerast veruleiki er í øllum førum neyðugt at skapa samanhald millum tey, ið búgva í bygdini, - tað er: at bygdin hevur nøkur felags átøk, ið øll taka lut í.


Samanhald

Sum nevnt aðrastaðni í blaðnum hevur bygdin fostrað mong mentanarfólkini. Og haraftrat finnast eisini feløg, ið hava trivist væl við Gjógv.

Eitt teirra er felagið Gjómaður. Hetta felagið hevur gjørt fleiri átøk at varðveita gomul minnir í bygdini, so sum kráir, gróthús og annað. Felagið hevur endurreist bæði kráir og gróthús, og til hesi tiltøk hava nógv fólk savnast, bæði fólk, ið búgva við Gjógv, og fólk við tilknýti til bygdina.

- Júst tað haldi eg hevur stóran týdning fyri trivnaðin í eini bygd, at fólk verða savnað um felags átøk.

- Hetta er eitt evni, ið vit eiga at gera meira við, - ikki bert at varðveita gomul minnir, men eisini at fríðka um og skapa hugna í bygdini, vísir Sofus Johannesen á.

Hetta kann mann gera, við at savna fólk nakrar leygardagar at leggja sjálvbodna arbeiðsmegi í hesi átøk, so at tey gerast góð við úrslitið og kenna tað sum teirra og vilja gera alt fyri at varðveita tað og ikki lata tað fara fyri einki í vanrøkt.

- Á hinum bógnum síggja vit ofta ymiskt, sum man fær kommununa at gera.

- Men tá tað er gjørt, so verður tað ikki viðlíkahildið nóg væl og fellur at enda í órøkt, tí ongin rættiliga kennir ábyrgd fyri tí, og tí at bygdarfólkið ikki kennir tað sum sítt, vísir hann á.


Heilsárs bygd

Sofus Johannesen er sannførdur um, at hetta kanska kann tykjast lítisvert. Hann er kortini sannførdur um virðið í slíkum átøkum, sum ein bygd tekur.

- Jú, hetta hevur stóran týdning fyri trivnaðin í bygdini, men tað er kortini ikki bert hetta, ið skal til.

- Tað týdningarmesta er at hava fólk við hugflogi og áræði. Fáa vit slík fólk til Gjáar, so ber nógv til, slær Sofus fast.

Sum víst verður á í aðrari grein í hesum Oyggjablaðnum, eru ávísar ætlanir um bygging við Gjógv.

Tað er hinvegin ein royndur veruleiki, at seinastu árini eru ongi nýggj sethús bygd, og tí hevur kommunan tikið stig til at leggja øki av til summarhús.

- Tankin við hesum er, at tá fólk ikki seta búgv við Gjógv, er frægari at fáa nøkur summarhús, sigur Sofus Johannesen, sum eisini er bygdaráðslimur í Sunda kommunu.

Eftir hansara sannføring vilja fólk, tá tey hava brúkt fleiri hundrað túsund krónur upp á eitt slíkt summarhús, so vilja tey nýta húsini mest møguligt. Harvið kann meiri lív fáast í bygdina, í hvussu er partar av árinum.

- Men, sigur ein vónríkur Sofus. - Kanska onkur finnur útav, at tað ber væl til at búgva í bygdini og tískil vera her størri part av árinum?

- Vit halda í hvussu er, at vit hava onki at missa við hesum átaki, men alt at vinna. 




100 mió

Fyri trimum árum síðani legði Landsverk fram ein sonevnda heildarætlan fyri alt samferðslukervið í Føroyum.

Ein partur av hesi verkætlan var farleiðin til Gjár. Um hesa varð sagt, at vegurin liggur høgt og at hann haraftrat er brattur, smalur, óregluligur og hevur ikki vegakslar.

Ikki óvæntað varð her sligið fast, at ferðslan á vegateininum ofta er tarnað av kava. Um sjálvt skarðið er vandi fyri skalvalopi og omanlopi

Enn er støða ikki tikin til, hvør loysnin er tann rætta fyri fólkið við Gjógv. Sagt verður, at talan kann gerast um ein tunnil á farleiðini, soleiðis at sleppast kann undan tí truplasta teininum.

Kostnaðurin fyri hetta varð tá mett til 100 mió krónur, og skuldi sambært ætlanini byrja í 2019. 



Uppskot um tunnil

Á politiskum støði eru tikin ávís stig til at fáa ynskið hjá gjáarfólki at gerast veruleiki. Fyri trimum árum síðani legði tingmaðurin úr Tjóðveldi, Torbjørn Jacobsen uppskot fram um ein tunnil Gjáar.

Hann vísti á, at á vári í 2002 samtykti løgtingið at gera forkanningar til tunnilsgerð ímillum Funning og Gjógv.

- Hendan verkætlanin má og skal raðfestast. Hon er alneyðug, skal Gjáar bygd verða lív lagað. Ferðsluviðurskiftini eru ótolandi ein alt ov stóran part av árinum, vísir tingmaðurin á.

Sambært skitsuprosjektinum, sum gjørt er um sambandið ímillum Funning og Gjógv, snýr verkætlanin seg um 960 metrar av vegi í Funningi, 1800 metrar av bergholi og 1150 metrar av vegi Heimi í Dal, Gjáarmegin.

Men tá til stykkis kom, og atkvøðast skuldi um tað 2. mai 2007, fekk uppskotið bert 9 atkvøður fyri, meðan 11 vóru ímóti.

Sostatt fall hetta uppskotið.