Tað er ongin sparing at gera tunnil til Gjáar.
Tað staðfestir Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, eftir at Helgi Abrahamsen, tingmaður hevur spurt hann um farleiðina til Gjáar.
Kári P. Højgaard sigur, at seinastu fimm árini hevur kavaruddingin í norðara parti í Eysturoy kostað eina góða millión um árið í miðal.
Hetta er fyri kavarudding av Oyri Eiði Gjógv og Funningsbotnur Funningur og Gjógv.
Kortini metir landsverk, at tað kostar einar 400.000 krónur um árið at rudda teinin Funningur, fyri kava.
Hinvegin kostar ein tunnil til Gjáar 115-150 milliónir, alt eftir, hvussu langur tunnilin verður.
At dagføra vegin kosta 3035 milliónir.
- Tað merkir, at neyðug møtipláss verða gjørd, og vegurin verður tryggjaður.
Munurin millum stuttu tunnilsloysnina og at dagføra vegin, er harvið 80 milliónir krónur.
- Hinvegin er tað munandi dýrari at reka ein tunnil enn ein veg.
- Her vil rakstrarkostnaðurin fyri stutta tunnilin verða 1,8 milliónir krónur um árið, og 2,2 milliónir fyri longra tunnilin.
Eisini skal havast í huga, at umframt dagliga raksturin av tunlinum, er neyðugt dagføra tunnilin fyri ein prís, sum er umleið helvtin av tí, hann upprunaliga kostaði at gera.
- Hóast tunnil verður gjørdur, er framhaldandi neyðugt at rudda vegirnar uttanfyri tunnilin fyri kava og tí fer ein tunnil ikki at spara allan kostnaðin av at grava kava á farleiðini til Gjáar, sigur Kári P. Højgaard.









