Ein tungur ósigur

Tað var lítið um Egil á Bø, liðskipara hjá EB/Streymi, í gjár, eftir at hava tapt ímóti HB.

- Vit ætlaðu at vinna og melda okkum upp í toppstríðið aftur, men tað kiksaði. Nú mugu vit bara hyggja frameftir og royna at koma longur upp, segði hann.

Hinvegin visti Egil á Bø ikki reiðiliga at siga, hvat tað var, sum ikki riggaði hjá EB/Streymi, hóast hann er sannførdur um, at konsentratiónin manglaði í bæði álopi og verju, tá avgerandi støður vóru.

- Tað er nakað vit mugu arbeiða hart við, staðfesti hann.

Somuleiðis greiddi hann frá, at tað nyttar lítið hjá felagsliðnum at hugsa um HB, tá EB/Streymur liggur soleiðis fyri.

- Í løtuni kunnu vit ikki hugsa um nakað meistaraheiti, staðfesti liðskiparin turrisliga.