Ein Trygd-sigur fyri brúkaran

ENDILIGA verður tað bíligari at tryggja bilar, og tað fara bileigarar sjálvandi at fegnast um. Tryggingarfelagið Trygd boðaði týsdagin frá tí nýggju biltryggingini, sum verður bæði bíligari og meira einføld.

 

VANLIGA eru biltryggingar so torskildar, at bara tey, sum hava brúk fyri at duga og skilja tryggingarreglurnar, kenna tær til fulnar. Men sambær tí, sum formaðurin í Tryggingarbata segði við Útvarpið um dagarnar, so er nýggja tryggingin bæði einfaldari og bíligari. Hann legði enntá afturat, at nú koma føroysku biltryggingarnar niður á danskt ella norðurlendskt støði

TAÐ skerst ikki burtur, at tað hevur verið dýrt at tryggja bilar í Føroyum. Men gamla Tryggingarsambandið vardi seg við, at skaðabøturnar vóru so nógvar og stórar. Harafturat gav biltryggingin hall summi ár, so biltryggingarnar kundu ikki vera minni.


TAÐ er væl møguligt. Men so kunnu vit spyrja, hví skaðarnir vóru stórir, og hvørjar vóru orsøkirnar til høgu skaðabøturnar. Ein orsøk er so hon, at ofta verður koyrt skjótt og ófantaliga. Bilurin er hjá nógvum eitt leika, og ofta er tann vitleysa og innantóma náttarkoyringin á bygd og í bý ? og ikki minst millum bygdir ? endað í einum bilvraki.


HETTA kostar! Men ikki skerst burt, at umvælingar eru dýrar og eykalutir somuleiðis. Tryggingin og bilverkstøð hava ofta keglast um kostnað, og einki er at ivast í, at kostnaðurin hevur verið høgur. Og tey, sum hava keypt eykalutir uttanlands, hava ásannað, at har var nógv at spara.


LÍKA mikið hvørja áskoðan fólk annars høvdu um Tryggingarsambandið, slepst ikki undan, at nógv hava merkt hugburðin »vit hava altíð rætt«. Tí er tað kærkomið at hava tvey tryggingarfeløg við fleiri tryggingarhættum at velja ímillum. Nú bjóðar Trygd so eina bíligari trygging. Um hesin prísurin fer at halda, fer gongdin at vísa. Og tað tykist longu sum um, at tilboðið frá Trygd hevur tað við sær, at Tryggingarfelagið Føroyar fer at lækka sínar tryggingar.


HENDIR tað, so hevur bileigarin ? tann føroyski brúkarin ? vunnið ein sigur.