Fiskiskapur
Menn hugsa seg ikki altíð líka væl um, tá teir fiska tætt upp at einum alibrúki, sigur formaðurin í Føroya Havbúnaðafelag, Hans Jacobsen.
Fyrr í vikuni stóð at lesa á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, at fiskiskapur við aliringarnar er til ampa fyri alivinnuna.
Víst varð á, at reglur eru fyri, hvussu farast skal fram í slíkum føri, og sagt varð millum annað, at alarin hevur skyldu til at halda hesar reglur og kunngerðir. Tað vil siga, at hann skal boða teimum bátum, sum fiska við alibrúkini, frá hesum og reka teir burtur.
Hans Jacobsen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag, sigur, at hjá summum alibrúkum kann tað vera ein trupulleiki, at bátar liggja tætt upp at brúkinum og fiska.
Í vetur hevur tað verið væl av smáfiski og toski at fingið við alibrúk ymsastaðni. Tá so onkur hevur fingið fisk, eru aðrir komnir afturat. Og tað er í grundini ikki heilt vandaleyst, vísir Hans Jacobsen á.
Størsti trupulleikin í við hesum fiksiskapinum, er at onkrar alistøðir hava ILA, sigur hann.
Verður fiskað við slíkar støðir, kann tað henda seg, at sjúka verður flutt við hesum bátum til eina aðra støð, har einki er.
Serliga vísir hann á, hvussu skjótt tað kann vera á Gøtuvík, har ILA er øðrumegin víkin, men ikki hinumegin. Ein bátur kann væl fiska undir báðum støðum sama dag, og so er lætt at gera skaða.
Eitt annað er, hvar menn kryvja hendan fiskin, og hvat verður av tí, sum kastað verður burtur.
Tosað hevur eisini verið millum fólk um, at heiligvágur er í fóðrinum, sum alisfiskurin fær, og at villi fiskurin etur hetta og tí ikki er søluvøra.
Til tað sigur Hans Jacobsen, at tað er ikki vanligt at geva heiligvág, men kann sjálvandi koma fyri. Og hendir tað, er fiskurin sjálvandi ikki egnaður til mannaføði.
Eit annað er so avlúsing, sum av og á kemur fyri. Tá er støðan tann sama, og fiskurin verður ikki tikin til mannaføði. Men tað vita teir ivaleyst ikki, sum seta eina línu undir ringunum í myrkri.
Hann mæklir tí monnum, sum rógva út til at avreiða, stutt og greitt til at halda seg burtur frá alibrúkum.
Ein teirra, sum tekur í móti fiski, er Vinjard Joensen, sum hevur fiskamóttøkuna í Sørvági.
Hann segði herfyri við Sosialin, at hann visti um trupulleikan, og hevði gjørt monnum púra griett, at komu teir við fiski, sum hugsast kundi at vera veiddur við aliringar, tók hann als ikki í móti honum.