Jákup Fjallsbak, formaður í Flogbóltssambandi Føroya, sigur, at teir hildu seg vera í góðari tíð við at søkja um visa til Boban Ilic.
- Tað vóru einir tveir til tríggjar mánaðar áðrenn oyggjaleiirnir byrjaðu, at vit fóru undir at útvega Boban Ilic eitt visa til Bermuda, og tað hildu vit var í ríkiliga góðari tíð, sigur Jákup Fjallsbak.
Men tað skuldi vísa seg at vera meira enn vanliga trupult at fáa visa útflýggjað.
- Tað var ógvuliga trupult at fáa eitt gott og flótandi samskifti við bretska uttanríkisráðið. Ella rættari sagt felagið World Bridge, ið umsitir alt pappírsarbeiðið fyri uttanríkisráðið, sigur Jákup Fjallsbak.
Tað vísti seg at vera meira ella minni ógjørligt at fáa samskifti í lag umvegis telefon.
- Vit hava so bert samskift við teir umvegis teldupost, sigur Jákup Fjallsbak.
Burokratiið er ein tung og seinfør kvørn, og tað skuli vísa seg, at tá svarið kom langt um leingi, varð Boban Ilic noktað visa.
- Orsøkin var, at vit ikki høvdu søkt um re-entry visa, og tað er neyðugt, fyri at sleppa av Bermuda aftur, sigur Jákup Fjallbak.
Ov seint
Boban Ilic var annars niðri hjá World Bridge 4. juni og læt fingramerki og dna.
- Vit fingu einki at vita um, at vit eisini skuldu søkja um re-entry visa til antin USA, Kanada ella Betland, fyri at fáa visa til Bermuda. Og tað var við teirri grund, at Boban Ilic var noktað visa, sigur Jákup Fjallsbak.
So hendi ein kúvending í málinum.
- So vísti tað seg knappliga, at flogfarið hjá Atlantsflog fekk eitt undantak frá visa reglunum, og so var ikki longur tørvur á visa, sigur Jákup Fjallsbak.
Men so tók ein annar trupulleiki seg upp.
- Nú var stórt sæð nóg mikið at vísa passið, fyri at sleppa inn í Bermuda, men tað hjálpti tíverri ikki Boban, tí passið hevði hann latið til Wolrd Bridge, og skotbráið gjørdist tí ov stutt at fáa tað sent aftur til Føroya, sigur Jákup Fjallsbak.
Bæði føroyski sendimaðurin i Keypmannahavn, Sigmundur Isfeldt, og føroyski sendimaðurin í London, Jóhannes Vitalis Hansen, hava verið inni í málinum.
- Eg veit ikki, um Jóhannes V. Hansen hevur verið í beinleiðis samskifti við World Bridge, men báðir sendimenninir hava gjørt sítt til, at royna at loysa málið, sigur Jákup Fjallsbak.
Stóru trupuleikarnir hava staðist av, at Boban Ilic er serbi, og harvið ikki ES-borgari.








