Ein triðingur verður skiftur út

Ein triðingur av teimum, sum inntil í morgin eru limir í løgtinginum, vera ikki tingfólk, tá ið uppteljingin av atkvøðum verður liðug einaferð seint leygarkvøldið, heldur Jóannes Hansen, valviðmerkjari

Hann hevur í 25 ár verið við í øllum valsendingunum hjá Sjónvarpi Føroya og seinni sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

– Vallógin sigur, at tingið er mannað við 33 tingmonnum. Ein triðingur av 33 er 11. Kanska vera tey fleiri enn so, sum verða nývald. Vit vita longu, at fimm nýggju skulu veljast fyri tey, sum vórðu vald fyri fýra árum síðani, og sum ikki bjóða seg framaftur hesa ferð. Tey eru Edmund Joensen, Bjørn Kalsø og Magni Laksáfoss úr Sambandsflokkinum, Sonja Jógvansdóttir, sum fyri fýra árum síðani varð vald á javnaðarlistanum og Kári P. Højgaard í Sjálvstýri. Onkrar skjótingar verða ivaleyst millum flokkarnar, og tað ber aftur við sær, at nýggj fólk verða vald, og so kemur tað ikki fyri, at ikki onkur fellur, og harvið at onkur nýggjur verður valdur á ymsu listunum, sigur Jóannes Hansen.


11 nýggj andlit í tinginum

Fyri fýra árum síðani vórðu 11 nýggj andlit at síggja í tinginum, sum varð valt 1. september 2015.

Eftir at samgongan varð skipað 14. september í 2015 vórðu boð eftir fleiri at røkja tingsessirnar, ið tey vórðu vald í, sum síðani hava mannað landsstýri. Hesi vóru Helenda Dam á Neystabø, Jónleif Johannesen, Kristianna W. Poulsen og Djóni Nolsøe Joensen í Javnaðarflokkinum, Bjørt Samuelsen, Óluva Klettskarð, Pauli Trond Petersen og Ingolf S. Olsen fyri Tjóðveldi og Ruth Vang fyri Framsókn. Joen Magnus Rasmussen kom í tingið fyri Fólkaflokkin, tá ið Annika Olsen varð borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

– Helena Dam á Neystabø er ikki á javnaðarlistanum, og Joen Magnus Rasmussen er ikki á fólkaflokslistanum hesa ferð. Øll hini bjóða seg fram aftur, og tað er ikki óhugsandi, at onkur teirra fara at vinna sess í tinginum í morgin. Eg havi onkran favoritt, men leggi ikki í at nevna nøvn dagin undan valinum, sigur Jóannes Hansen.

##med2##

Bjóða seg fram aftur

– So eru tað tey, sum áður hava verið í tinginum, og sum nú bjóða seg framaftur. Her hugsi eg um Johan Dahl, Katrin Dahl Jakobsen og Tórbjørn Jacobsen. Tað hevur ikki altíð hilnast so væl, tá ið fyrrverandi tingmenn hava bjóðað seg framaftur, men tað er sjálvandi møguleiki fyri, at onkur av hesum fer at megna at vinna seg aftur um tinggáttina.

Og so eru tað spildurnýggj valevni.

– Onkur teirra hava fingið gott pláss í miðlunum, og tey síggjast á stórum plakatum. Um hetta seinna fer at gera nakran mun er ivasamt, men eksponeringin í miðlunum boðar frá, at hesi hava undirtøku í floksleiðslunum.

Teir stóru fáa sjey í part – stórtsæð

– Í fjør og í vetur vístu onkrar kanningar, at Fólkaflokkurin fór at vinna stórsigur, men kanningarnar síðstu tíðina benda á, at tað fer at enda soleiðis, sum tað hevur nógvu tær seinastu ferðirnar. Stóru flokkarnir fáa sjey í part – onkur ein fleiri og onkur annar ein færri – og so fáa hinir tilsaman fimm ella seks. Ikki síðani í 1990 hevur nakar flokkur vunnið fleiri enn átta. Tá vann Javnaðarflokkurin 10 tingmenn, men tá vóru Føroyar sjey valdømi. Um talan tá var um eitt valdømi, so vann Javnaðarflokkurin níggju tingmenn, sigur Jóannes Hansen.

– Fyri 25 árum síðani – í 1994 – datt tjóðveldið niður á fýra og javnaðarflokkurin fimm tingmenn. Síðani hava stóru flokkarnir átt millum seks og átta tingmenn, og tað letur til, at úrslitið hesa ferð ikki verður so nógv øðrvísi, sigur Jóannes Hansen.

Veljarakanningarnar hava bent á, at talan verður um broytingar, men Jóannes Hansen heldur, at tær skulu takast fyri at vera tann løtumyndin, sum tær verða sagdar at vera.

 

6000 skulu velja annað valevni

Valviðmerkjarin í sjónvarpinum vísir á, at tað á onkrum av listunum eru broytingar á listunum soleiðis at skilja, at fólk, sum á síðsta vali fingu fitt av atkvøðum, ikki eru á listanum hesa ferð.

Veljarar atkvøða fyri øðrum valevnum og á sama lista, og veljarar skifta millum flokkar. Uppstillingin boðar frá, at í minsta lagi 6000 veljarar ella umleið 19 prosent av veljarunum – um tað verður roknað við somu valluttøku sum síðst, skulu finna annað valevni at atkvøða fyri.

– Átta av teimum 16, sum fingu flestar atkvøður hjá Fólkaflokkinum, eru ikki á listanum hesa ferð. Tey umboða umleið 1300 atkvøður. Á sambandslistanum eru seks av teimum 16, sum fingu flestar atkvøður, ikki við. Tey umboða 2200 atkvøður. Á javnaðarlistanum eru Sonja Jógvansdóttir, Kristin Michelsen og Helena Dam á Neystabø millum tey fimm av teimum 16, sum fingu flestar atkvøður, og sum nú ikki eru á listanum. Tey umboða 1800 atkvøður. 600 persónligar atkvøður eru leysar á sjálvstýrislistanum. Kári P. Højgaard átti 352 av teimum. Hjá hinum flokkunum er ikki talan um stórar broytingar millum tey, sum fyri fýra árum síðani fingu flestar atkvøður, sigur Jóannes Hansen.