Úrslitið av makrelkanningunum í juli mánaði er nú almannakunngjørt, eftir at frágreiðingin varð løgd fram í ICES í farnu viku.
- Úrslitið av kanningunum, sum skip úr Íslandi, Grønlandi, Føroyum og Noreg gjørdu, er, at makrelstovnurin verður mettur at verða ein triðing størri enn, enn úrslitið av kanningunum í fjør vísti.
Felagið Nótaskip veit í dag at siga, at kanningarnar vórðu gjørdar í einum øki á tríggjar miljónir ferkilometrar.
- Úrslitið vísir, at 2010 og 2011-árgangirnir eru stórir við ávikavist 17 og 20 prosentum av stovninum. Kanningarnar vísa eisini, at 2014-árgangurin somuleiðis er góður. Hann stendur fyri 11 prosentum av stovninum.
Felagið vísir á, at vøksturin í makrelstovninum kann hava samband við, at 2014-árgangurin er væl so umboðaður. Møguliga var kanningin í fjør ikki heilt umboðandi, tí kanningin í 2016 líkist meira úrslitunum frá 2013 og 2014.
- Makrelur var at síggja í so at siga øllum tí kannaða økinum. Samanborið við kanningarnar í fjør, var meira at siggja norðanfyri og vestanfyri, veit Felagið Nótaskip at siga í dag.