Í seinastu veljarakanningini, sum kanningarstovnurin Fynd gjørdi fyri Sosialin, varð millum annað spurt, hvønn hugburð fólk hava til Visjón 2015. Í úrslitinum kom millum annað fram, at 12 prosent av fólkinum trúgva uppá, at Føroyar verða millum heimsins fremstu lond í 2015. 31 prosent kenna seg sum ein part av visjónini og 42 prosent siga seg hava kjakast um visjónina. 86 prosent hava ikki vitjað heimasíðuna hjá Visjón 2015.
Fólk eru ymisk á máli um hesi tøl kunnu metast at vera nøktandi hjá landsstýrinum, og Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, sum hevur staðið fyri kanningini, fór í vikuskiftinum so langt sum at siga, at tølini prógva, at visjónin er miseydnað og eitt tekin um politiska ómegd.
Eru væl nøgdir
Vit hava spurt teir báðir landsstýrismenninir Bárður Nielsen og Bjarna Djurholm, í ávikavist fíggjar- og vinnumálum, hvat teir halda um úrslitið av veljarakanningini, og eru teir samdir um, at úrslitið er ikki so galið.
- Tá hugsað verður um, at visjónsarbeiðið er ikki liðugt úti bólkunum enn, so eri eg væl nøgdur við, at ein triðingur longu kennir seg sum ein part av visjónini, sigur Bárður Nielsen. Hann vísir á, at tá bólkarnir verða lidnir við arbeiðið tíðliga í vár, so verður tað nú upp til landsstýrið, at kóka boðskapin niður og at leggja úrslitið út til alment kjak. Bjarni Djurholm vísir á, at arbeiðið enn er í stoypiskeiðini.
- Hetta stutta tíðarskeiðið hevur fólkið fingið nógva ymiska kunning, so tað kann vera trupult at kenna seg aftur í visjónini, sigur Bjarni Djurholm, sum eisini vísir á, at tá arbeiðið fer út sum beinleiðis niðurstøður, so trýr hann, at býtið við triðinginum
broytist positiva vegin, sum hann málber seg.
Bárður Nielsen greiðir frá, at tá bólkarnir verða lidnir við arbeiðið í vár, fer landsstýrið at leggja upp til alment orðaskifti um úrslitið av visjónsarbeiðinum. Í hesum sambandi er ætlanin at savna niðurstøðurnar í einum bóklingi.
- Hesin bóklingur skal sjálvsagt ikki sendast út í hvørt hús í Føroyum, tí tað er vónleyst at fáa allar føroyingar at lesa og taka støðu til eitt rit, sum kanska er 2-300 síður drúgt, sigur Bárður Nielsen, sum væntar, at boðskapurin verður kókaður niður, og styttur í einum bóklingi, til fólk at kjakast út frá.
Sæst ikki aftur á fíggjarlógini
Funnist hevur verið at, at visjónin ikki sæst aftur á fíggjarlógini fyri 2007. Hvat sigur Bárður Nielsen til tað?
- Hetta er ikki ein spurningur um at grýta pening út púra tilvildarliga, men endamálið er at broyta hugburðin hjá føroyingum, so vit í størri mun venja okkum við at seta okkum mál, sigur Bárður Nielsen.
Spurdur, um landsstýrið er til reiðar at seta pening av til ávís øki við eykajáttan, tá arbeiðsbólkarnir eru lidnir og mál eru sett, sigur hann, at um eitthvørt øki er upplagt og átrokandi, so er tað ikki óvist, at eykajáttan má til.
Til spurningin um, hvat øki hann ímyndar sær kann koma uppá tal í sambandi við eina møguliga eykajáttan, sigur hann, at ongin ivi er um, at útbúgvingar- og skúlamál koma at standa ovarlaga í raðfestingini.
Samgongan stendur saman
Ein atfinning hevur verið, at landsstýrið ikki tykist standa saman um Visjón 2015 og at løgmaður stendur rættiliga einsamallur. Til hetta siga landsstýrismenninir sjálvsagt, at alt landsstýrið stendur saman um visjónina.
- Lat meg sláa tað fast, at eg meti Visjón 2015 vera eitt positivt, skilagott og neyðugt stig, sum eg stuðli løgmanni fult í, sigur Bjarni Djurholm.
Bárður Nielsen sigur, at eftir hansara tykki, hevur alt landsstýrið lagt nógva orku í visjónina, eitt nú við nógvum kunnandi fundum og fyrilestrum, bæði við útlendingum og føroyingum áðrenn visjónsbólkarnir fóru í gongd.
- Vit taka øll undir við visjónini, og tað skal eingin ivi vera um tað, sigur hann.
Ítøkiligu úrslitini
Fólk hava víst á, at ongi ítøkilig politisk úrslit eru at síggja, og at hetta er tekin um, at samgongan í veruleikanum hvørki hevur nakrar visjónir ella nakran politikk. Hvat siga teir báðir landsstýrismenninir til hesar atfinningar?
- Eg eri ikki samdur við teimum um, at vit ongan politikk hava. Um vit vísa á øki, sum vit hava uppraðfest, so síggja vit, at einar 15 milliónir eyka eru játtaðar til útbúgvingarøkið. Innan granskingina, so hava vit sett á stovn eitt vísindaráð, sum júst skal vera við til at vísa á, hvar peningurin ger størstu nyttu. Tað hevur verið borið fram, at tørvur er á í minsta lagi 100 milliónum til granskingina, ið frammanundan fær 50 milliónir. Men um vit bara hækka játtanini, so er vandi fyri, at hon verður bara spjødd tí smáum nøgdum, uttan vit og skil, sigur Bárður Nielsen.
Og Bjarni Djurholm vísir á, at:
- Frá vinnupolitiskari síðu kann eg siga, at eitt granskingararbeiði er í gongd. Vit hava arbeitt nógv við eini granskarapark. Henda granskaraparkin er partur av vinnupolitikkinum, sum er partur av visjónsarbeiðinum, og eg vóni at síggja hetta aftur á fíggjarlógini fyri komandi ár.
Viðvíkjandi vinnupolitikkinum, sigur Bjarni Djurholm, at síðani 2004, og tað vil siga áðrenn visjónsarbeiðið byrjaði, hevur Vinnumálaráðið arbeitt við at dagføra vinnupolitikkin, og tey hava síðani valt gera tað til part av visjónsarbeiðinum.
- Í mun til visjónina er gongd á vinnupartinum, og 1. mars fara vit at leggja eina dagførda vinnulóggávu fyri tingið, og nýggja tryggingarlóggávan er til hoyringar nú, vísir hann á.
Myndatekstir:
- Endamálið við visjónini er ikki at játta pening her og nú, men at broyta hugburðin hjá føroyingum, so vit í størri mun venja okkum við at seta okkum mál, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.
--
- Lat meg sláa fast, at eg meti Visjón 2015 vera eitt positivt, skilagott og neyðugt stig, sum eg stuðli løgmanni fult í, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.









