Ein ótrúligur minuttur hjá B36

(Rás2) Hoyr høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg fortelja um hvussu teir vendu 0-1 til 2-1 uppá ein minutt

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr ein ovurfegnan høvuðsvenjara hjá B36, Jákup á Borg fortelja um ein ótrúligan minutt ímóti dystarenda, tá B36 vendi einum hóttandi 0-1 tapi til ein 2-1 sigur.

 

Jákup á Borg viðgongur tó, at gjøgnum allan dystin var tað ógvuliga frustrerandi, og forloysingin var samsvarandi ótrúlig tá dysturin bleiv vendur fyri heimaliðið í Gundadali.