Ein ótrúligur maður

Hann var ein ótrúligur maður. Altíð við uppá at útvikla nakað og finna uppá nakað nýtt. Treiskur og málrættaður. Og dugdi ótrúliga væl at arbeiða. Hetta er ein stórur missur fyri Føroyar sigur fyrrverandi samgongufelagi og persónligur vinmaðurin hjá Finnboga Ísakson, Thomas Arabo

Finnbogi farin
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

Teir hava havt so nógv saman í politikki og arbeiði til fram fyri Føroyum, hóast teir vóðru í hvør sínum flokki. Men frá fyrsta degi, at Thomas hitti Finnbogi, dróg saman millum teir og Thomas Arabo minnist aftur politikaran og vinin Finnbogi við nógvum góðum orðum.

-Fyrstu ferð eg kom at kenna Finnboga var sum skrivari í samferðslunevndini í 1973. Tá var Finnbogi har sum umboð fyri Tjóðveldisflokkin. Eg minnist so ótrúliga væl, tá hann fór út av einum fundi og Sofus Sivertsen hann, hvat hann nú fór at gera. Og so letur í honum: -Eg fari nú at gera eitt tíðindablað. Og so flentu allir, tí blaðútgáva í Føroyum gav jú ongar pengar. Men Finnbogi tók øll á bóli. Hann tók eitt megnartak og fekk eitt superblað, sum hevur verið fyrimynd fyri nógv bløð aftaná, ikki minst Sosialin.

Thomas helt sambandið við Finnboga øll komandi árini. Tá landsstýrisskifti var í 74 møtti hann Finnboga á Gjaldstovuni og segði seg hava hoyrt, at hann skuldi í landsstýrið. Hann játtaði, at hann fór í Tinganes at vera samferðslumálaráðharri. -Og tá komu vit at arbeiða ótrúliga væl saman. Tá var Tummas samferðslustjóri.

Finnbogi kastaði síðani Tíðindablaðið frá sær og tók við teimum nýggju avbjóðingunum, sum tá vóru. Hansara bragd longu í 74 var, at tað var fyrstu ferð, at eitt samgonguskjal varð skrivað og kunngjørt í Føroyum. Tað var hann, sum vildi hava tað. Hann fekk so eisini ein annan sterkan mann í landsstýrið. Tað var Atli Dam. Finnbogi vildi hava allar avtalur niðurskrivaðar, so hann fekk tað ígjøgnum hann vildi hava. Hann var sera málrættaður.

Thomas og Finnbogi vórðu menninir aftanfyri Smyril. Ta søguna kenna tey flestu, hvussu hann var við til at fáa uttanlandssiglingina upp at standa. Síðani fór hann í gongd við postverkið. Hann trýstið tað ígjøgnum og fekk tað yvirtikið í sínum skeiði í Tinganesi.

Eftir valið í 78 segði hann við meg, at hann fór ikki aftur í Tinganes. Eg gjørdist rættiliga ovfarin av tí, tí eg helt tað gekk so væl. Men hann hevði sína grund. Hann helt ikki, at tað vóru pengar til at gera nakað nýtt í næsta skeiði, og tí sá hann ikki stórvegis avbjóðingar har. Hann fór tá úr Tinganesi, sum var hansara egna val. So hoyrdu vit ikki so nógv til hann tey komandi árini. Hann varð valdur aftur í 78 og 80 og fer so at arbeiða í sjónvarpinum. Og gjørdi hann seg galdandi og kann sigast, at hann er ein av høvuðskonstruktørunum aftanfyri flaggskipið í sjónvarpinum, Dagur og Vika.

Í 84 stillar hann ikki upp, men í tíðarskeiðinum 84 til 88 stillar hann einsamallur tjóðveldismaður upp til fólkatingið. Og tað er ein klassikari at síggja, tá hann og Atli Dam standa og dystast í Norðurlandahúsinum, báðir í ljósum klædningi. Tað eru søguligar myndir. Hann kom so ikki inn á fólkating men stillar aftur upp til løgtingið í 88, hesaferð í Havnini. Og eksperimenterandi sum hann altíð var fór hann í holt við sambandsflokkin. Hann fekk roynt hesa konstellatiónina millum tjóðveldisflokkin og sambandsflokkin, sum var nakað heilt serligt. Men tað gekk so ikki, tí tað helst - sum hann segði mær herfyri - bleiv saboterað av Paula Ellefsen vonginum. So rýmdi hann úr tí landsstýrinum.

Hann verður valdur aftur í 90 og verður í andstøðu til 93, tá fólkaflokkurin fór úr Tinganesi. Tá blivu hann, Marita Petersen, Asbjørn Joensen og eg sjálvur samd um, at tað var skeivt at tveita landið út í nýval, tá alt hekk í leysari luft. So møtti Finnbogi upp í Tinganesi og vit gjørdu eina samgongu. Eg minnist, at Finnbogi einsamallur skrivaði samgonguskjalið ta náttina, og tað tók honum minni enn ein tíma. Marita og Finnbogi koyrdu sera væl saman. Tann samgongan helt til okkara góði vinur Asbjørn Joensen doyði. Tá skiltust okkara vegir sum so politiskt. Men vit hava altið hildið samband við hvør annan.

Thomas vitjaði Finnboga fleiri ferðir, nú hann gjørdist sjúkur, tí sonn vinarbond vórðu teirra millum. Og nú hann er farin hevur Thomas hetta skoðsmálið um Finnboga Ísakson: Hann var ein ótrúligur maður. Altíð við til at útvikla nakað og finna uppá nakað nýtt. Treiskur og málrættaður. Og dugdi ótrúliga væl at arbeiða. Hetta er ein stórur missur fyri Føroyar. Eg eri so forharmaður, at hann skuldi fara nú og so ungur sigur Thomas Arabo, sum heldur tað vera stórt spell, at Finnbogi ikki slapp at skriva alt tað, sum hann hevði upplivað, hoyrt og sæð. Tað hevði verið ein dýrgripur fyri okkum øll slapp Finnbogi at skriva, umseta og arbeiða við øllum tí hann longu var í gongd við og hevði í hyggju.