Ungi sumbingurin, Mortan úr Hørg, fekk rættuliga óvæntað møguleikan at spæla ein at kalla heilan dystin á landsliðnum mikukvøldið, tá ið Súni Olsen heilt tíðliga í dystinum fekk ein skaða og noyddist av vøllinum.
- Eg hevði als ikki væntað at fáa so nógva spælitíð, men eg hevði vónað, at eg slapp at royna meg, segði Mortan úr Hørg, tá ið hann sum tann seinasti av teimum føroysku spælarunum kom úr umklæðingarrúminum eftir dystin.
Tað var ikki frítt, at avrikið hjá unga sumbinginum fekk nógv rósandi orð millum føroysku fjølmiðlafólkini mikukvøldið, og sjálvur var Mortan eisini nøgdur við sítt avrik:
- Tað gekk eitt sindur striltið fyrstu løtuna, men síðani haldi eg, at tað gekk nøkunlunda hjá mær. Eg var rættuliga nervøs, tá ið eg skuldi á vøllin, men tað gekk yvir, og tað var ein ótruliga kensla at verða við, segði Mortan úr Hørg.
Sjálvur helt Mortan úr Hørg, at føroyingar leikliga stóðu seg væl, men sum so mangan áður, so verða vit revsaðir, tá ið vit ikki megna at skora upp á okkara møguleikar.
Mortan úr Hørg hevði í seinna hálvleiki, tá ið støðan var 1-0 til Kypros, eitt brandskot, ið brast í stongina og út:
- Eg visti, at eg rakti hann væl, og eg vónaði, at hann fór inn, men tað fór hann tíverri ikki, segði Mortan.
Seint í dystinum var Mortan slaktaður av kypriotiska liðskiparanum, Okkas, og hann noyddist av vøllinum til viðgerðar, og eftir dystin fekk hann somuleiðis viðgerð.
- Eg skal í røntguna í morgin(hósdagin blðm.), men eg haldi ikki, at tað er nakað álvarsligt, og eg vóni, at eg verði við í hópinum til dystin móti Fraklandi, segði Mortan úr Hørg at enda.