Ein tríkantsflyting?

Í apríl flytir Ferðaráð Føroya úr gomlu Sjóvinnubankahúsunum í Gongini í Havn. Ferðaráðið skal nú halda til, har KT-fyritøkan VIT heldur til undir Bryggjubakka 17.

 

VIT flytir í hølini hjá Trygd í húsunum hjá Petur Lindberg í Tórsgøtu, og Trygd flytir oman í gamla Sjóvinnubankabygningin í Gongini.

Tað er Føroya Banki, sum eigur Sjóvinnubankabygningin í Gongini eins og húsini hjá Trygd í Tórsgøtu. Fiskimannafelagið eigur hølini undir Bryggjubakka.