Mánadagin 4. december hevur Dagblaðið tey stórtíðindi fyri okkum sum búgva her Suðri, at fíggjarnevndin hjá løgtinginum ætlandi fer á »rannsóknarferð« til Suðuroyar.
Formaðurin í fíggjarnevndini er siteraður fyri at siga, at ætlanin er at liggja »eina« heila nátt í Suðri, so at nevndin fær »ein« heilan dag at vitja ymsu støðini.
Vónandi kann hendan »rannsóknarferð« eisini vísa politikarum, hvussu umráðandi tað er, at ein útgerðarhavn verður løgd í Suðuroy.
Í endanum á greinuni um hesa »rannsóknarferð« kemur tað fram, at tingformaðurin kann leggja meinbogar fyri hesu sjálvsomu ferð, tað fer so tíðin at vísa.
Henda greinin í Dagblaðnum vísur greitt hvussu trupult tað er, at koma til og frá Suðuroy og at títtleikin á suðuroyarleiðini skuldi verið øktur.
Tað er ein politisk avgerð og einki annað, um SL fær tað játtan á fíggjarlógini sum skal til fyri at økja títtleikan á suðuroyarleiðini.
Finnleif Guttesen
Tvøroyri