Ein útlendingur var ikki tann rætti

Ágangurin móti Jógvan Martini Olsen hevur ofta verið harður tey trý árini, sum hann hevur staðið á odda fyri føroyska fótbóltslandsliðnum.

Í práti, sum verður at hoyra á Rás2 í dag, sigur Jógvan Martin Olsen millum annað, at hann heldur ikki, at tað hevði tænt landsliðnum, um til dømis ein útlendskur venjari vaðr settur í starvi tá.

- Eg visti at talan fór at verða um eitt leitandi tíðarskeið fyri føroyska landsliðið. Og eg varð noyddur at taka nøkur val, sum ikki øll hava verið líka røtt, sigur Jógvan Martin millum annað í samrøðuni, sum verður at hoyra á Rás2 í dag beint eftir tíðindasendingina klokkan 16.