Ein ætlan skal leggjast fyri tunli til Suðuroyar

Vit vilja standa saman við suðuroyingum tíi vøkstur skal vera um alt landið

Nú má ein ætlan leggjast fyri, hvussu ein undirsjóvartunnil til Suðuroyar kann verða veruleiki. Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður í frágreiðingini, hann hevur gjørt saman við ólavsøkurøðuni hann helt í Løgtinginum í gjár, ólasøkudag. 

 

Løgmaður vísir á, at eitt væl útbygt, og vælvirkandi, samferðslukervi er ein fyritreyt fyri menning og trivnaði í Føroyum. Arbeitt verður støðugt við at betra samferðsluna tí tað skal bera til at ferðast skjótt, væl og trygt allastaðni til gagns fyri borgarar og vinnu. 

Hann sigur, at rbeiðið at gera eina nýggja samferðsluætlan er byrjað og tað er ein ætlan fyri útbyggingar í árunym frá 2019–2030.  Tað er umráðandi, at stór undirtøka verður fyri ætlanini fyri at tryggja eina støðuga og skilagóða útbygging av samfelagnum, leggur hann afturat. 

 

Hann vísir á, at arbeiðið at gera undirsjóvartunnilin til Eysturoyar og til Sandoyar, gongur sum ætlað. Tíðliga næsta ár verður liðugt at bora í Eysturoyartunnilin tíðliga. Boraðir eru nú 6.180 metrar av teinum 11.250 metrunum, tunnilin er langur,  borað verður bæði eysturoyarmegin og streymoyarmegin samstundis. Væntandi verður koyrandi ígjøgnum Eysturoyartunnilin á sumri í 2020.

Samstundis verða fyrireikingar gjørdar til at fara undir Sandoyartunnilin. Arbeiðsvegir og byggipláss verða gjørd liðug, soleiðis at klárt verður at bora, so skjótt Eysturoyartunnilin er boraður ígjøgnum. 

– Tá ið sandoyartunnilin verður liðugur, er tað bara suðuroyggin, av stóru oyggjunum, sum ikki hevur vegasamband til meginøkið, staðfestur Løgmaður. Suðuroyggin er í eini serstøðu, og tí er tað umráðandi at leggja ætlanir fyri einum suðuroyartunli, leggur hann afturat. 

 

– Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin fara at skapa møguleikar og styrkja bondini ímillum oyggjarnar og ymsu økini, tí tá verður skjótt at koyra úr Húsavík til Haraldsunds.  Men serliga suðuroyingar verða tó framvegis uttan fyri stóra meginøkið. 

– Fólk og vinna í suðuroynni stríðast fyri at skapa trivnað og vøkstur. Vit vilja standa saman við teimum, tí vøkstur skal vera um alt landið. Smábørn í suðuroynni skulu ikki vera við skerdan lut sammett við børnini í restini av landinum, sigur løgmaður.