Tá Sovjetsamveldið av álvara skrædnaði í 1991, segði fótbóltsheimurin samstundis farvæl til eina sera sterka fótbóltstjóð. Umframt Russland gjørdist talan nú um 14 ymiskar fótbótlstjóðir, og tað hevur sett síni merki á fótbóltskortið. Ikki minst á undankappingarnar til HM og EM og til UEFA-kappingarnar fyri feløg. Russland er í dag á 37 plássi á FIFA-styrkislistanum. Ukraina verður roknað sum sterkasta av fyrrverandi lýðveldunum hjá Russlandi. Sheva & co. eru at finna sum nummar 41.










