Í síðstu viku vóru tvær veljarakanningar, sum góvu Arbeiðaraflokkinum afturgongd og Høgra og Framburðsflokkinum framgongd. Eftir aðrari kanningini høvdu hesir báðir flokkarnir fingið 83 av teimum 169 sessunum í Stórtinginum, og eftir hinari kanningini høvdu teir fingið 84 ella ein ov lítið til meiriluta.
Við einari samgongu millum Høgra og Framburðsflokkin hevði Noregi fingið tveir stjórnarflokkar, sum báðir hava eina kvinnu sum leiðara, Erna Solberg í Høgra og Siv Jensen í Framburðsflokkinum.
Politiskir eygleiðarar í Noregi siga, at Høgri við Ernu Solberg á odda fær nýggjar veljarar, sjálvt um flokkurin ikki ger nakað serligt, men ger sær dælt av ósemjum í stjórnarsamgonguni. Somu mynd hava danskir eygleiðarar brúkt um Vinstra og Lars Løkke Rasmussen.










