Ein tilburður av harðskapi - annars var friðarligt

Sum heild hevur løgreglan havt eina friðarliga nátt

Tað hevur verið stak friðarligt í gjár og í nátt – men í nátt hevur løgreglan kortini fingið eina fráboðan um harðskap. Rekkjukoyring var í Vágum í gjárkvøldið – tað er tá ið eitt ótal av bilum koyra runt í einum longum bilaraði og so verða bilarnir pyntaðir við ljósum og ymiskum.

 

Hetta er eitt tiltak, sum er í Vágum á hvørjum ári upp undir jól. Løgreglan sigur, at tey hava ikki fingið nakra klagu um sjálva rekkukoyringina - men í veitsluni aftan á gekk galið.

 

Har varð eitt fólk sligið og tað viðger løgreglan nú sum eitt harðskapsmál. Løgreglan hevur illgruna um, hvør tað er, sum hevur sligið, men sum dagurin líður, verða partarnir, sum hava verið uppi í, avhoyrdir. Men annars hevur verið púra friðarligt, sigur løgreglan.