Ein tilburður afturat av koronu varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Talan er um ein persón, sum er smittaður í Føroyum, men sum er í eini smittuketu, sum Landslæknin kennir til. Viðkomandi er avbyrgdur, og Landslæknin er í gongd við neyðugu smittusporingina.
Tilsamans hava 429 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Tilsamans eru 412 persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 17 persónar smittaðir í løtuni. Tilsamans eru nú 112.530 kanningar gjørdar í Føroyum
Í løtuni er eingin innlagdur á Sjúkrahúsi í samband við Korona