Ein tilburður aftrat

Ein nýggjur tilburður av koronu varð skrásettur frá kanningum í gjár, og sostatt er samlaða talið á smittaðum í Føroyum 11.

Hagtølini, ið eru dagførd kl. 10:43 í morgun, byggja 601 kanning frá í gjár.

69 fólk sita í løtuni í sóttarhaldi, men eingin er innlagdur orsakað av smittuni.

Higartil hava 478 fólk fingið staðfest sjúkuna í Føroyum, men 467 teirra eru frísk aftur.