Ein tikin fyri rúsdrekkakoyring í nátt

Ein fekk klipp í koyrikortið fyri at tosaði telefon og ein bót fyri at vera ólátaður

Løgreglan gjørdi í gjár eitt ferðsluátak í Klaksvík. Har vóru tríggjar sakir skrivaðar. Ein koyrdi á stórum prutli, sum ikki hevði koyrikort og ikki aldur at hava koyrikoyrt. Tað fær hann bót fyri, eins og eigarin fær bót fyri at hava lænt honum prutlið. Eisini var ein bilførari skrivaður fyri at koyra í fartelefon, meðan hann koyrdi bil. Tað gav honum eitt klipp í koyrikortið.

Í Havn var ein bilførari tikin í nátt og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Í býarlívinum í nátt fekk ein maður bót fyri brot á skilhaldsreglunar. Hann var illur í sær og ólátaður og til ampa fyri onnur fólk.

Vakthavandi á politistøðini sigur, at annars var gott skil í og ikki so nógv fólk í býnum í Havn í nátt.