Útvarpið er ein krevjandi miðil. Spurnarkappingarnar innihalda so stórar og djúpar spurningar, at bara tey allarklókastu kunnu fylgja við. Æt skipið, sum føroyingar plaga at kvøða um ,“Ormurin langi” ella “Ormurin stutti” ella kanska okkurt heilt triðja? Svar: Ormurin langi, púra rætt og nú økist spenningurin, og nú kemur mentanarspurningurin: Hvussu eitur høvundurin NN (og so verða allar hansara bøkur nevndar), ja, púra rætt, og enn er einki avgjørt, spenningurin veksur.....
Tað seinasta páfundið í hesari serføroysku heilakanningini er at fáa fólk at greiða frá, hvat tey hava í taskuni hjá sær. Sera áhugavert. Og eitt sindur óhugnaligt, tí tað ljóðaði sum, at daman hevði ein fisk, sum hon brúktu sum ílát. Hon bleiv spurd um, hvat hon hevði í handtaskuni, og tað ljóðaði sum “í havtaskuni”. Allir føroyingar siga hondtaska, hondmálað, hondgjørt, hondjørn osfr. Tað stendur eisini í Da-Fø-orðabókini hjá Hjalmari Petersen. Men onkur málstjóri heldur, at alt skal eita okkurt við hand-. Og útvarpsfólkini (og nógv onnur, sum eru ósikkur í føroyskum) hoppa eftir og brúka tann óføroyska formin.
Í øðrum londum duga fólk at fáast við mál og málbøkur og registrera allar formar, sum fólk brúka. Í Danmark til dømis kann tað eita barnevogn, børnehave og barndom. Allir tríggir formar verða brúktir, og eingin ger seg inn á teir. Tað hevði eisini vakt ans, um onkur sprogbestyrer kravdi, at tað skuldu eita børnevogn, barnehave og børnsdom.
Men í Føroyum er kunnleikin lítil og frekheitin stór, og tí bar til at fáa óskyldigar lurtarar at halda, at hondtaskan var ein havtaska. (MT)