Tróndur Djurhuus valdi at brúka sítt íkast til at lýsa, hvørjar avleiðingar tað hevur, at Føroyar hava eina pressu, sum eftir hansara tykki er ein tann veikasta í heiminum. Hann segði, at tað ber til at siga um pressuna sum um eldin, at hon er ein góður tænari, men ein ringur harri, og í heum førinum hevði hann valt at umrøða pressuna sum tann góða tænaran, sum dugir væl at seta tað, sum hendir í samfelagnum í tað rætta samfelagsliga perspektivið.
-Tað er tá, at pressan stuðlar borgarunum í at skilja, hvat fer fram, at gera sínar egnu niðurstøður, at velja og at gera sína ávirkan. Tá tað virkar, virkar samfelagið optimalt, segði Tróndur Djurhuus.
Fyrrverandi sjónvarpsstjórin segði, at tað er tann veika pressan, sum er tann ringi harrin. Maktarloysi í pressuni kann hava við sær, at hon verður eyðkend av kvaksalvaríi, hóast hon ikki hevur orku til at skjalprógva ella at fara í dýpdina við tí, sum hon viðger, so halda partar av pressuni seg ikki aftur við at blása upp mál, sum eru lang tuttan fyri alt perspektiv, og sum í fleiri førum kunnu vera sera óheppin fyri einstaklingar.
-Í slíkum førum misnýtir pressan sítt vald, men verri er, tá ein veik pressa er so ússalig og maktarleys, at hon letur seg brúka uttan at eftirkanna tað, sum hon letur seg brúka til. Tá loyvir pressan einum valdsmisbrúki, og tað er kanska tað allarringasta, segði Tróndur Djurhuus.
Føroyska pressan viknað
Fyrrverandi sjónvarpsstjórin legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann umrøddi kom við sínari lýsing av teirri føroysku pressuni. Síggja vit burtur frá teimum londunum, har frí pressa er forboðin, hava Føroyar eina av teimum veikastu pressunum í heiminum, segði hann.
Tróndur Djurhuus segði, at Miðlahúsið í Vágsbotni hevur veri ðein spennandi nýskapan á føroyska fjølmiðlaøkinum, men tá talan er um tíðindaflutning burturav er føroyska pressan viknað tey seinastu tíggju árini og setir ikki dagsskránna á sama hátt sum tá, segði hann.
Í hesum viðfangi nam Tróndur Djurhuus við støðuna, sum tað føroyska samfelagið er í, og hann helt ikki, at tann pressan hevur røkt sína uppgávu í hesum sambandi. Heldur tvørturímóti. Hann nevndi sum dømi, at er kreppa í samgonguni, so leggja fjølmiðlarnir seg eftir at lýsa teir ósamdu persónarnar heldur enn at lýsa tað, sum ósemja er um, og hvørjar avleiðingarnar tað hevur fær fyri samfelagið, hvør leið verður vald.
Sum dømi um eina maktarleysa og ókritiska pressu nevndi Tróndur Djurhuus, at í orðaskiftinum um Sandoyartunnilin hevur høvuðsspurningurin í pressuni verið, um tunnilin skal liggja í einum partafelagi ella ikki, og í sambandi við tunnilin norður um Fjall var høvuðsspurningurin, um tunnilin skuldi ganga úr Ánunum ella úr Gerðabøi.
-Hugsið tykkum, at danska stjórnin valdi at brúka 100 milliardir krónur til ein tunnil til eina oyggj við 100.000 fólkum, meðan danska vinnulívið lá í andaleypi. Har hevði pressan jarðað stjórnina, men hjá okkum hendir einki, segði Tróndur Djurhuus, sum tó gjørdi vart við, at tað sjálvandi kunnu vera umstøðurnar hjá pressuni, sum avmarka henara møguleikar.