Ein takpláta rivin leys

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at tíbetur eru fáir skaðar at boða frá í storminum í dag. Tað er faktiskt bara tann eina fráboðanin komin enn.

 

Tað var á Tvøroyri, at ein takpláta er loysnað, men mett var, at hetta var ein skaði frá jólaódnini, sum ikki varð gjørdur aftur á fullgóðan hátt og tí var aftur galið nú.

 

Annars eru ongar fráboðanir um skaða, hóast heilt nógvar vind um landið, serliga sunnanfyri. Á Porkerishálsi er stormur og upp í 34 m/s í hvirlunum, meðan tað á Ørðaskarði er skrið, men heilt upp í 40 m/s í hvirlunum.

 

Í Brekkuni Stóru á Sandoynni, á Sandavágshálsi, á Velbastaðshálsi og á Gøtueiði er eisini skrið og upp í 32 m/s sambært Landsverki.

 

Á Gjáarskarði, á Kambsdali, á Heltnini, eystanfyri Norðskálatunnilin, á Høgareyni og í Hvalba eru eisini harðar hvirlur, upp í 33 m/s.