Ein túr yvir við Strond

Halla Samuelsen, Forkvinna í sosialu nevnd Tórshavnar býráðs
.....

Fari ein túr yvir við Strond eina tvær ferðir um vikuna, at hyggja eftir, hvussu langt Boðanesheimið nú er komið. Tað broytist frá viku til viku og er hetta sera spennandi at fylgja við í.

Tað eru nokk fleiri við mær, sum bæði tvær og tríggjar ferðir um vikuna líka leggja leiðina framvið Boðanesheiminum fyri at vita, hvussu gongur og hvussu hetta alt kemur at geva seg út.
Summi teirra ímynda sær at búgva her. Onnur ímynda sær, at gamla mamma teirra loksins fær eitt røktarheimspláss. Vit vita jú øll, at tørvurin á hesum góða heimi er sera stórur.

Byggiarbeiðið byrjaði stutt fyri jól 2010 og hevur gingið ótrúliga væl hóast henda harða veturin.

So nú styttist tíðin av álvara til, at vit í oktober í ár kunnu bjóða borgarum okkara 64 nýggj búpláss við øllum teimum hentleikum, eitt slíkt heim krevur – bæði innan- og uttandura.

Hetta gleðist eg sum forkvinna í sosialu nevnd almikið um.

Fyri kortum varð Jóngerð Guttesen sett sum leiðari á Boðanesheiminum og byrjaði hon í starvinum 1. mai. Eitt tað fyrsta sum Tórshavnar kommuna og hon fara í holt við, verður at seta starvsfólk til Boðanesheimið, tí nógv skal skipast og fyrireikast til at tey fyrstu búfólkini flyta inn í oktober.

Roknast skal við, at eini 80-100 fólk skulu starvast á heiminum.

Eldrabústaðir
Øllum er greitt, at stórur tørvur er á Boðanesheiminum til tann bólkin av eldri, sum er ringast fyri her í kommununi.
 
Men kommunan arbeiðir eisini støðugt við at fjøltátta og betra íbúðarsamansetingina, herundir at fáa til vega eldrabústaðir til teirra, ið framvegis kunnu klára seg sjálvi í egnum heimi møguliga við stuðli frá heimahjálp. Kommunan arbeiðir eitt nú við ætlanum um lutaíbúðir.