Í kvøld, nú stóra tiltakið Voxbotn verður, hevur eisini Garðurin tiltak úti í garðinum, har dj, tjald, barr og góð tilboð verða hjá teimum, sum hyggja fram við.
- Vit hava gjørt av, at atgongumerkið til Voxbotn eisini er galdandi til at sleppa inn í sjálvan Garðin. Her kunnu tí allir konsertgestir gera brúk av okkara wc-um - ella bara koma inn í hitan at hugna sær eina løtu.
Tað sigur Havgrímur Johannesen, sum leggur aftrat, at dj'arin, Ottar í Funningsstovu, fer at syrgja fyri, at tónleikurin í Garðinum í kvøld og í nátt verður alt frá tí nýggjasta til gott og gamalt, sum øllum dámar.